Tað kann ganga báðar vegir

Um tveir mánaðir skal ein ella onnur avkláring finnast á marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Men enn røkist einki fyri eini loysn, og tað sær ikki mætari út, enn at málið kann enda við Haagdómstólin



Tað eru nú góðir tveir mánaðir til ein ella onnur avkláring skal verða gjørd í samráðingunum millum Føroyar og Bretland um markið millum londini. Tá fundur var millum partarnar miðjan juli í ár var tað eitt ynski frá lutvíst bretskari síðu, at ein slík avkláring varð gjørd eftir í mesta lagi einum hálvi ári. Tvs. at partarnir áðrenn hálvan januar mánað 1998 skuldu hava vera komnir til, antin teir skulu fáa eina ella aðra politiska avgerð ella málið skuldi fara til Haagdómstólin.

Á hesum sama fundinum, sum var tann fyrsti í meira enn eitt ár, komu bretar við einum nýggjum útspæli. Hetta var rættiliga kollveltandi - í hvussu er eftir teirra tykki - tí fyri fyrstu ferð vóru bretar fúsir til at tosa um eina ella aðra miðlinjuloysn.

Tá so fundur var aftur millum partarnar fyri góðum mánað síðani í London var bólturin í hondunum á føroyingum. Eftir tí Sosialurin skilur, so høvdu bretar roknað við einum ella øðrum føroyskum útspæli, sum gekk bretum nakað á møti - nú teir á fundinum frammanundan høvdu lorað nakað út.

Men tað skuldi vísa seg - eftir tí sum Sosialurin skilur - at føroyska samráðingarnevndin hevði lítið ella kanska als einki at lora út við.

Bretar fóru sum av torvheiðum av aftur fundinum. Tað einasta, sum partarnir kundu semjast um, var, at formenninir í samráðingarnevndunum, Árni Olafsson og Frank Berman, skuldu hava samband við hvør annan og avtala nýggjan fund, um og tá teir hildu ráð vóru fyri tí.


Kann fara báðar vegir

Enn hevur so eingin fundur verið, og tað røkist heldur ikki fyri nøkrum fundi. Tíðin gongur og eftir tí, sum Sosialurin skilur, so kann tað nú fara báðar vegir.

Partarnir eru í eini støðu, har alt kann henda. Málið kann fara henda ella handa vegin.

Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerking til málið frá pørtunum, men tað er ómøguligt. Árni Olafsson hevur onga viðmerking, tá vit spyrja hann, um ein komandi útbjóðingarrunda á føroyskum øki er bundin av, hvat hendir í marknatrætuni.

Blaðið skilur annars, at Oljuráðleggingarnevndin framvegis arbeiðir út frá tí ætlanini, at eitt útbjóðingarumfar skal vera skjótast til ber eftir at oljulóggávan er samtykt.

Men tað er greitt, at ein útbjóðingarrunda krevur eina politiska avgerð í løgtinginum.


Fløkt

Sosialurin skilur annars, at málið viðvíkjandi útbjóðingini er rættiliga fløkt, tí enn hava bretar ikki alment gjørt krav uppá nakað av tí føroyska økinum - annað enn at boða frá hesum í samráðingunum.

Vit hava biðið ein av limunum í bretsku samráðingarnevndini, Anthony Layden um eina viðmerking til seinasta fundin. Hann heldur málið er av slíkum slag, at tað eigur ikki at verða viðgjørt í fjølmiðlunum nú. Men hann dylur tó ikki yvir, at bretar gjørdust rættiliga vónsviknir á tí seinasta fundinum, tí føroyingar ikki komu við nøkrum nýggjum útspæli.

Hvør endin verður á hesum máli er ringt at meta um. Men tíðin gongur og vit nærkast hálvum januar, tá onkur avkláring má vera komin. Møguleikin fyri, at málið endar við dómstólin í Haag tykist vaksa fyri hvønn dag. Tað sær ikki mætari út enn, at tað er farið í baklás. Tað skal vera sera spennandi at síggja, hvat og um føroyingar fara at koma við nøkrum nýggjum útspæli, sum aftur kann gera, at bretar kanska kunnu lora nakað út aftrat.


Helst til Haag

Tað stendur greitt, at her eru stór virði uppá spæl. Um ein rættarsak, sum fer at hava við sær, at málið ikki verður loyst fyrr enn um eini 4-5 ár, fer at gagna føroyingum ella bretum, stendur ósvarað. Tá kann ganga báðar vegir, og nettup tí eru partarnir ikki serliga hugaðir fyri at lata málið til ein triðja part at avgera.

Ein óloyst marknatræta, sum hevur við sær, at leiting fer fram langt inni á føroyska landgrunninum heldur enn úti í tí umstrídda Hvíta økinum, kann útleggjast bæði sum fyrimunur og vansi fyri føroyingar.

Og soleiðis kann ein helst halda fram við at gita og meta um tær ymiskur støðurnar, sum partarnir koma í, antin trætan verður loyst nú ella seinni. Tað skulu vit lata liggja her.