Tað skal koma av sær sjálvum

- Tað, sum vit kunnu gera, er at vísa øðrum, at vit vilja verja umhvørvið, sigur Sigrún Mohr.

Leygardagin 2. mai byrjar Umhvørvisvikan 2015 hjá Tórshavnar kommunu. Evnið í ár er ”Náttúra og umhvørvi” og snýr seg millum annað um, hvussu vit á bestan hátt verja okkara umhvørvi og halda tað reint og ruddiligt.

 

Vit siga ofta, at vit búgva í heimsins vakrasta landi, og úti í heimi eru Føroyar eisini kendar fyri sína vøkru, reinu og óspiltu náttúru. Okkara náttúra er nakað av tí besta, vit eiga, og tí mugu vit eisini at fara væl um hana.

 

- Samanborið við allan heimin gera vit kanska ikki nógv, men tað, sum vit kunnu gera í Føroyum, er at vísa øðrum, at vit vilja verja umhvørvið.

 

Tað sigur Sigrún Mohr, forkvinna í nátturu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu.

 

Á hvørjum ári varpar Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu ljós á ymiskt, sum viðvíkur okkara umhvørvi, og hvussu vit á bestan hátt varðveita okkara umhvørvi.

 

Umhvørvisvikan er øðrvísi ár um ár, men hon vísir alsamt á týdningin, tað hevur at fara væl um umhvørvið, sum okkara komandi ættarlið skulu arva eftir okkum.

 

Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu er farin at orða ein umhvørvispolitikk, har kommunan lítur fram í tíðina og fer at raðfesta og seta stevnumið innan øll øki, eitt nú drekkivatn, rusk, orku, og okkara náttúru.

 

- Tað skal koma av sær sjálvum, at vit hugsa umhvørvi, bæði tá vit tosa um tilfeingi, rusk, bygging og so framvegis. Vit skulu altíð hava umhvørvið við, og vit skulu velja tær loysnir, sum gagna umhvørvinum best, sigur Sigrún Mohr.


Tað er Visit Tórshavn, ið samskipar Umhvørvisvikuna fyri Tórshavnar kommunu.