Tað spruttar av lívi í Sarpugerði

1. DEILD: Í dag legði næstbesta liðið seg við trivaligum sigri í grannauppgerð á næstfremsta plássið

Tað er øgiligt lív í fótbóltinum í Eysturkommunu, og úrslitini siga, at tað gongur ógvuliga væl.

 

Í bestu deildini hjá mannfólkunum er Víkingur topplið, og mánakvøldið fara menninir at spæla grannauppgerð í Fuglafirði.

 

Í bestu deildini hjá kvinnum er Víkingur topplið, og í morgin fer kvinnuliðið til Suðuroyar at verja oddasessin.

 

Í dag lyfti næstbesta liðið seg fram á silvurplássið. Víkingur hevur 32 stig og er eitt stig aftanfyri oddaliðið FC Suðuroy og eitt stig frammanfyri B36.

 

Víkingur hevði seinnapartin vitjan av grannunum í NSÍ, sum fóru til hús við 6-2 tapi eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Tá ið NSÍ í øðrum umfari var í Sarpugerði, fóru gestirnir til hús við 3-2 sigri.

 

Liðið hjá Víkingi í dag var bara mannað við lokalum spælarum og fleiri við kendum fótbóltseftirnøvnum í økinum.

 

Jákup Martin Jarnskor setti hol á í 28. minutti, og Martin Klein Joensen økti tveir minuttir seinni um munin til 2-0. 18 ára gamli Jákup Martin Jarnskor hevur nú skorað sjey mál í næstbestu deildini í ár.

 

Sjey minuttir undan steðginum minkaði Oddur Heinesen um munin til 2-1. FaroeSoccer veit at sita, at hetta var 46. ferðin, at 20 ára gamli Oddur var á næstbesta liðnum hjá NSÍ, og í dag var hann fyri fyrstu ferð málskjútti.

 

Í fyrsta minutti eftir steðgin javnaði Meinhard Janusarson til 2-2. Hetta var fyrsti dystur hjá honum í barndómsfelagnum, síðani hann í summar flutti til hús aftur av Skála, sum hann hevur umboðað higartil í ár og eisini í fjør, tá ið hann var fastur maður á liðnum, sum vann næstbestu deildina. Higartil í ár hevur hann átta ferðir verið á besta liðnum hjá Skála – sjey ferðir í landskappingini og einaferð í steypakappingini. Allar dystirnar á Skála í ár varð hann skiftur inn.

 

So sá tað heilt spennandi út, men Víkingur svaraði aftur og skoraði fýra mál í seinna hálvleiki.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Rani Hansen til 3-2, og tríggjar minuttir seinni økti innskifti Fríði Gertsson Jarnskor um munin til 4-2. Í næstsíðsta minutti var Martin Klein Joensen tvífaldur málskjútti, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Jósef Ólavsson 6-2 heimasigurin. Hann hevði bara verið á vøllinum í ein minutt ella so.

 

Hetta var annað málið hjá 16 ára gamla Fríða Gertsson Jarnskor í næstbestu deildini, og hetta var triðja málið í næstbestu deildini hjá 16 ára gamla Jósefi Ólavsson.

 

NSÍ er á sjeynda plássi við 21 stigum. Tað eru seks stig aftur til KÍ, sum er nummar átta við 15 stigum.

 

Hóskvøldið fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti AB, og annan sunnudag fer Víkingur til Klaksvíkar.