Klokkan 20 í kvøld verður fyrsta bríksl í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har H71 fær vitjan av HC Galychanka Lviv úr Ukraina. Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur heitt á feløgini at semjast um, at dysturin í kvøld skal vera avgerandi fyri, hvat av feløgunum skal halda fram og spæla hálvfinalu.
Forkvinnan í H71 Anna Dam greiddi í útvarpstíðindunum klokkan 14 frá, at feløgini hava í dag havt fund um áheitanina frá EHF, men fundurin var úrslitaleysur.
-Tað varð greitt beinanvegin, at umboðini fyri ukrainska felagið ongar heimildir høvdu, og at tey hildu fast við, at dysturin, sum ikki varð spældur síðsta sunnudag, skal verða spældur í Ukraina. Tað ber ikki til hjá okkum, tí vit kunnu ikki fara ímóti tí, sum myndugleikarnir siga, sigur Anna Dam forkvinna í H71.
Dysturin í kvøld verður spældur í Høllini á Hálsi, men tað er ikki greitt, um úrslitið í kvøld einsamalt verður avgerandi fyri, hvat at feløgunum skal halda fram í kappingini.