Taskan við heitinum “Tak meg við” inniheldur ikki færri enn seks smærri bøkur við ymiskum uppgávum til tey 7 til 10 ára gomlu.
Í fyrstu syftu er talan um fýra bøkur við bíbilskum myndum, har ymiskar uppgávur skulu loyst. Í øðrum lagi er talan um tvær bøkur við bíbliusøgum um Móses og Dávid.
Hesar báðar bøkurnar eru skipaðar eftir sum skava-og-vinn-bøkur, har hvør síða hevur eina ósjónliga mynd. Fyrst tá hesin punturin verður skavaður við eini mynt kemur heildarmyndin fram.
Taskan er væl egnað til skúlabrúks og aðra undirvísing, tí væl ber til at taka hana við sær onkustaðni, um børnini ynskja okkurt at stuttleika sær við og samstundis loysa bíbliuuppgávur.
Kostnaðurin fyri taskuna er 95 kr. Hon fæst hjá Heimamissiónsforlagnum í Nesvík og í bókhandlunum kring landið.