- Taka einki fyri givið

Venjarin hjá B36 var væl nøgdur við sigurin á Skála, men hann helt, at skálamenn vóru ikki lættir at spæla ímóti.

- Skála eru øgiliga ringir at spæla ímóti. Teir duga væl at spæla bólt, teir trýsta høgt og flyta seg væl, so vit máttu justera eitt sindur í hálvleikinum fyri at steðga teimum, og hetta eydnaðist væl, segði Kurt við Útvarpið eftir dystin.

Hann vildi tó bert tosa um komandi dyst, tá hann bleiv spurdur um vónirnar at vinna meistaraheitið.

- Vit taka ein dyst á gangin og taka einki fyri givið. Vit arbeiða hart fram ímóti næsta dystinum komandi sunnudag, sum verður ímóti VB/Sumba.

At enda bleiv Kurt spurdur um heldur sjáldsama málið hjá Klæmint Matras.

- Vit venja skotvenjing hvønn fríggjadag, og endiliga síggja vit úrslitið av hesum, segði venjarin við einum smíli.