Taka málið í egnar hendur

Barnaansing: Føroya Tele arbeiðir í løtuni við at seta á stovn egna barnaansing. Møguliga verður ætlanin veruleiki longu í heyst

Tað er eingin loyna, at trupulleikin við barnaansing hevur verið stórur í høvuðsstaðnum seinnu árini, og við verandi gongd røkist ikki fyri, at tørvurin á ansingarplássum fer at minka komandi tíðina.


Rakar eisini virkini

Umframt at vera ein trupulleiki hjá kommununi, kann hetta eisini í ávísum førum vera ein trupulleiki hjá fyritøkum í høvuðsstaðnum, tí starvsfólkini ikki vita, hvat tey skulu gera við børnini, ta tíð tey sjálvi eru til arbeiðis.

Harumframt kann tað eisini vera ein trupulleiki hjá fyritøkunum, tí tað í ávísum førum kann forða fyri, at fyritøkan fær fatur á teimum starvsfólkum, sum eru best skikkaði til størvini, tí hesi ikki fáa ansingarpláss.

Fyri at koma hesum trupulleikum til lívs, arbeiðir Føroya Tele í løtuni við eini ætlan, har fyritøkan fær ein aktivan leiklut í málinum.

Í stuttum er ætlanin, at Føroya Tele skal seta á stovn egnan ansingarstovn, soleiðis at fyritøkan sleppur undan ansingartrupulleikanum, sum annars er galdandi í høvuðsstaðnum.


Ikki bert fyri starvsfólk

Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sigur við Sosialin, at enn væntar nakað í, áðrenn komið er á mál hesum víðvíkjandi.

Hann greiðir frá, at umboð fyri Føroya Tele hava verið á fundi við Býráðið, og at talan var um ein sera positivan fund.

Stjórin leggur upp til, at talan verður um ein stovn, har kommunan, foreldrini og Føroya Tele í felag bera rakstrarkostnaðin. Nakað í tráð við skipanina, sum í dag er galdandi við almennu stovnunum, har landið, kommunan og foreldrini bera kostnaðin fyri barnaansingina.

Sjálvur metir stjórin ikki, at hetta ein útreiðsla fyri virkið:

- Vit eru til reiðar at seta pening av til endamálið. Talan er um ein stóran trupulleika hjá okkum, og vit meta, at tað í longdini loysir seg hjá okkum at taka hetta stig. Millum annað tí hetta kann betra um trivnaðin á starvsplássinum og tí hetta eisini kann vera við til at gera Føroya Tele til eitt meira attraktivt arbeiðspláss.

Talan verður tó ikki um ein stovn, sum bert er ætlaður starvsfólkum hjá Føroya Tele. Andras Róin sigur, at verða pláss tøk á stovninum, kunnu hesi sjálvandi nýtast av kommunalu barnaansingini, men at starvsfólk hjá Føroya Tele koma at hava framíhjárætt, tá børn skulu takast inn á stovnin.


Tvey ára gomul ætlan

Fyri einum tveimum árum síðani arbeiddi Føroya Tele eisini við eini líknandi ætlan saman við øðrum fyritøkum, men av ymsum orsøkum datt ætlanin tá niðurfyri.

Hesu ferð er felagið farið i holt við ætlanina uttan hjálp frá øðrum virkjum, men Andras Róin útilokar ikki møguleikanum fyri, at samstarv við onnur virki kann koma upp á tal í framtíðini.


Kanska í heyst

Sum nevnt, so er als ikki komið á mál í hesum spurningi enn, men stjórin vónar, at ætlanin kann gerast veruleiki innan alt ov langa tíð.

- Sjálvandi eru krøv av ymsum slag, sum skulu uppfyllast, áðrenn nakað kann setast í verk, og her hugsi eg um bæði hølisumstøður og fakligur umstøður hjá teimum fólkum, sum møguliga skulu setast á einum slíkum stovni. Vit vóna tó, at myndugleikarnir framhaldandi sýna ein positivan hugburð hesum viðvíkjandi, soleiðis at vit kunnu koma á mál sum skjótast.

Hjá okkum er talan um ein akuttan trupulleika, og tí er umráðandi, at hesin verður loystur hampuliga skjótt.

Andras Róin torir tó ikki at seta nakra tíðarfreist fyri, nær barnaansingin hjá Føroya Tele skal gerast veruleiki, men gongur alt sum tað skal, verður hetta kanska longu í heyst. Júst hvar ein møguligur stovnur hjá Føroya Tele kemur at verða, veit stjórin heldur ikki at siga. - Vit eru í løtuni í ferð við at gera bygningin uppi í Hoyvík kláran at taka í nýtslu, og ein av spurningunum í hesum sambandi er, um vit tá eisini skulu gera høli til barnaansingarstovn, ella um hesi verða gjørd aðrastaðni.

Okkum eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá umboðum fyri Tórshavnar Býráð, áðrenn blaðið fór til prentingar.