Takk fyri tín stuðul til Bíbliufelagið

Í kirkjum okkara gongur talvan fyri Føroyska Bíbliufelagið Hvítusunnudag 24. mai 2026.

Bíbliufelagið vónar aftur í ár, at kirkjur, samkomur og einstaklingar vilja stuðla Bíbliufelagnum í arbeiði sínum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk og at koma á mál við nýggju bíbliuverkætlanini.

 

Vit eru takksom og gleðast, at nýggja týðingin av Nýggja Testamenti nú er komin til landið. Bókin fæst til keyps á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum, og fært tú hana koyrda til dyrnar.

 

Sí www.biblia.fo

 

Vit gleðast eisini um nýggju útgávuna av Markus-evangeliinum, sum er ætlað ungum. Og gott er tað, at vit aftur nú hava fingið ment okkara nýggju app, sum á AppStore finst sum Bíbliuappin og á GooglePlay sum Biblia. Hon hevur nógvar hentleikar, m.a. lesur hon bíbliutekstin, sum tú ynskir at hoyra, fyri tær.

 

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí týðandi partur av stuðlinum til virksemið hjá Bíbliufelagnum. Og tað kostar Bíbliufelagnum nógv at koma á mál við nýggju bíbliutýðingini.

 

Bíbliufelagnum tørvar tín stuðul.

 

Á heimasíðu okkara kanst tú eisini geva Bíbliufelagnum eina gávu.

 

Við bøn og tøkk fyri stuðul.

 

Føroyska Bíbliufelagið