Átala at trygdin verður sett í vanda

Støðan er ótolandi fyri okkum foreldur, og vit átala at trygdin hjá børnunum verður seg í vanda av hesi ósemjuni ímillum lærararnar og myndugleikarnar, siga foreldrini

? Hetta er ein ótolandi støða hjá okkum foreldrum, tí nú verða børnini ikki ansa ein stóran part av degnum.

Foreldrafelagið í Hoyvíkar Skúla hevur ikki ligið á latu síðuni, síðani lærararnir løgdu arbeiðið niður mitt í farnu viku.

Og nú hava tey eisini vent sær til sjálvan landsstýrismannin í skúlamálum, Signar á Brúnni, við eini áheitan um, at hann fær greiði á støðuni.

Støðan er ótolandi fyri okkum foreldur, og vit átala at trygdin hjá børnunum verður seg í vanda av hesi ósemjuni ímillum lærararnar og myndugleikarnar, siga foreldrini.

Hoyvíkar skúli er eina harðast raktur av arbeiðssteðginum, tí har eru heilir 14 av teimum 24 lærararunum í verkfalli.

Av tí sama eru tað teir fægstu tímarnir, sum yvirhøvur verða lisnir so leingi arbeiðssteðgurin stendur við.

Foreldrini greiða landsstýrismanninum frá, at tey hava fingið at vita frá skúlanum, at skúlin sær seg ikki føran fyri at hava ábyrgdina av børnunum, teir tímarnar, tey hava frí av tí at lærarin er í verkfalli.

Sostatt verða børnini ikki ansað ein stóran part av degnum og tað kunnu foreldrini ikki góðtaka.

Í brævinum til Signar á Brúnni vísa tey til lógina sum sigur, at øll børn hava undirvísingarskyldu.

Men so minna tey eisini landsstýrismannin á eina aðra grein í somu lóg, sum sigur, at tað landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, also í løtuni Signar á Brúnni, sum hevur tað yvirskipaðu leiðsluna og skal ansa eftir, at galdandi reglur verða hildnar.

? Tessvegna vil foreldraráðið í Hoyvíkar Skúla heita á landsstýrismannin í undirvísingar og mentamálum at greiða trupulleikan, soleiðis at skipað verður fyri, at børnini kunnu fara í skúla undir tryggum umstøðum, sigur foreldraráðið í brævinum til landsstýrismannin.

Thordur Thorsteinsson, formaður í foreldraráðnum, sigur, at ábyrgdin hjá Signari á Brúnni er púra greið og tað einasta tey biðja hann um, er, at hann livir upp til sína ábyrgd

Annars sigur Thordur Thorsteinsson, at foreldrini hava so stóran ampa av støðuni, at alt fleiri og fleiri lata børnini verða heima, tí tey tora ikki at lata tey fara í skúla undir so ótryggum umstøðum.

?Í flokkunum eru ímillum 20 og 25 børn, men í fleiri flokkum er undir 10 børn í skúla í løtuni, og í onkrum føri hava bara sjey børn verið í skúla.

?Foreldur ringja hvønn dag at gera vart við sín ótryggleika og at spyrja, hvørji rættindi og skyldur tey hava, men vit kunnu bara lata tað standa til tey sjálvi at gera av, antin tey senda børnini í skúla, ella ikki, hóast børnini í grundregluni hava undirvísingarskyldu.