ST-reygleiðarar, sum hava verið í sýriska býnum Houla, hava telt 92 deyð, og teirra millum vóru 32 børn. Tað sigur ovastin fyri eygleiðarunum, norðmaðurin Robert Mood.
-Í morgun fóru hernaðarligir og sivilir eygleiðarar hjá ST til Houla, og har taldu teir minst 32 deyð børn og meiri enn 60 deyð vaksin, segði norski generalmajorurin á tíðindafundi seinnapartin. Hann segði, at tað, sum hendi í Houla í gjár, er ein eirindaleysur sorgarleikur, og hann ávaraði um, at harðskapurin kann elva til veruligt borgarakríggj.
Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, segði í kvøld, at Bretland hevur samband við síni sameindu um støðuna í Sýrialandi.
-Vit fara at kalla trygdarráðið hjá ST saman ein av teimum fyrstu døgunum. Sýriska andstøðan bað í morgun ST-trygdarráðið kanna tað, sum hendi í Houla.