-Vit gera okkara besta fyri at raka teir donsku hermenninar so hart sum til ber. Vit vilja drepa teir og noyða teir út úr landi okkara. Fyrr ella seinni taka vit teir, og so fáa vit hevnd.
Soleiðis sigur høvuðstalsmaðurin hjá Taleban, Qari Yousuf Ahmadi, í samrøðu við Ekstrablaðið í dag. Hann sigur, at fyri Taleban er tað serliga umráðandi at raka teir donsku hermenninar í Afghanistan, tí at Jyllands-Posturin og onnur donsk bløð prentaðu tekningarnar av Muhammed profeti.
-Teir fremmandu hermenninir eru okkara fíggindar, men teir donsku erui tvífaldir fíggindar. Í fyrra lagi eru teir fíggindar okkara, tí teir hava gjørt innrás í land okkara, og í øðrum lagi tí teir hava vanærað okkara heilaga pårofet og Koranina, sigur Qari Yousuf Ahmadi við Ekstrablaðið.
Taleban-rørslan er framvegis sterk nógvastaðni í Afghanistan og hevur serliga gjørt um seg í Helmand-landspartinum, har millum annað danskir hermenn halda til. Qari Yousuf Ahmadi sigur, at Taleban fer ikki at tapa bardagan.
-Vit standa sterkir í øllum landinum, serliga í Helmand, og okkara stríðsvilji er góður, sigur hann.