Í kvøld klokkan 19.00 sendir DR1 sendingina Talent 2008, har havnardrongurin Ragnar Finnson luttekur Talent 2008 er kapping, sum DR1 skipar fyri. Ætlanin er at finna størstu talentið óansæð
kynstur.
Í sendingini spælir Ragnar Finnson gittara og syngur. Hann spælir lagið, »Good Riddence«, hjá bólkinum Greenday.
Ragnar er sonur Finn Hansen og Maluna Thomsen, sum bæði eru kend nøvn á føroyska tónleikapallinum.
Ragnar Finnson hevur fyrr verið á palli í Føroyum saman við millum øðrum The Dreams, sum eru eitt kent navn bæði í Føroyum og Danmark.
Føroyska íkastið til Talent 2008 er bjartskygdur, og vónar at hann ? á sama hátt sum Guðrun Sólja, Vígdis Olsen og Jógvan Hansen ? at vinna kappingina.
Sendingin er tikin upp fyri tíð síðani, men spennandi verður at síggja, um lítli punkarin úr Havn sleppur víðari í kappingini.
Sendingin verður eisini send í Sjónvarpið Føroya klokkan 19.15.