Aftaná eitt sera væleydna talGILDIÐ fyrr í ár verður aftur skipað fyri einum talGILDIÐ.
Hesa ferð vera eingin mætari enn Laila av Reyni, uRbz, Helgi, SAKARIS og Fred á skránni.
Tiltakið verður í Perluni í kvøld og byrjar kl. 22.00. Dyrnar lata upp kl. 21.00. So far oman og sjeyka tær dintilin til tey peppaðu beatsini, ið fara at buka betongið í Perluni í kvøld!
Laila av Reyni:
Plátuaktuella Laila av Reyni hevur júst útgivið sína næstu útgávu, ið kallast “Stay”. Fjøllistakvinnan Laila av Reyni hevur í samstarvi við G. G. Guttesen skapt eina norðuratlantiska melankolska elektropop útgávu, sum heldur fram, har fyrra sjálvnevnda útgávan endaði.
“Stay” er ferðin hjá listakvinnuni gjøgnum tónleikin, kenslurnar og ta visuellu listina. Tekstirnir eru um lívsins bylgjur, og løgini eru gjørd til tekstirnar. Laila tekur støði í samtíðini og teimum avbjóðingum, sum lívið hevur við sær.
uRbz:
uRbz, Urbanus, hevur mest framleitt elektroniskan tónleik gjøgnum árini. Hann byrjaði við The Ghost í 2007, og síðani The Ghost góvust, hevur hann gjørt remix og onnur projektir, m.a. framleitt fyri hiphop bólkin Swangah.
uRbz hevur havt konsertir við hansara frálíka DJ setti á bæði Summarfestivalinum og á Voxbotn.
Helgi:
Helgi er úr Havn og arbeiðir hann við ljóðlist og tónleiki. Í januar gav hann út staklagið ‘’Lívið er ein fongur’’, ið hevur verið spælt í útvarpinum í seinastuni. Íblásturin handan ljóðmyndina er soul, improvisation, house, Bollywood og genderfuck.
SAKARIS:
SAKARIS telist í dag millum best umtóktu elektronisku tónleikarunum í landinum. Flest øll kenna SAKARIS og tónleikurin kann lýsast sum ljósur, gjøgnumførdur og dansivinaligur, við sterkum íblástri frá 80ara poppi, telduspæltónleiki og modernaðum klubb tónleiki.
SAKARIS hevur seinastu tíðina verið í studio og arbeitt uppá aðru fulfíggjaðu útgávuna, ið eftir ætlan skal koma út í summar. Til talGILDIÐ verður nógv av nýggja tilfarinum framført, umframt tað gamla og væl kenda, eitt nú “Brace Myself” og stóra hittið “I Put on This Dress Only for You”.
Fred:
Fred fer hetta kvøldið at hita upp til ársins G! festival, nú summarið nærkast. Fred er ein sera royndur plátuvendari og veit, hvat rørir seg tónlistarliga kring knøttin og ikki minst, hvat fer at henda á ársins G! festivali. Man kann í stuttum siga at temaði verður G!, so ein kann longu nú droyma seg burtur til ljósar nætur á Gøtusandi.