Annað umfar av samráðingunum millum Ukraina, Russland og USA um at enda kríggið í Ukraina endaði seinnapartin.
Tað sigur ein talsmaður fyri trygdarráðgevan, Rustem Umerov, sum stendur á odda fyri samráðingunum í ukrainsku sendinevndini, við AFP.
Ein talsmaður fyri stjórnina í Sameindu Arabisku Emiratunum, har samráðingarnar vóru, sigur, at samráðingarnar fóru fram í einum ”konstruktivum og positivum stemningi”, leggur Reuters afturat.
Russiska uttanríkisráðið sigur sambært almennu russisku tíðindastovuni RIA, at "landið framvegis er opið fyri víðari samrøðum."
Uttanríkisráðið hjá UAE segði fyrr í eini fráboðan, at samráðingarnar skuldu vara í tveir dagar.
Eftir fyrsta umfarið í gjár segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, at økismál eru miðdepil í trípartasamráðingunum um kríggið, har amerikanskir embætismenn luttaka sum meklarar.
– Tað avgerandi er, at Russland skal vera til reiðar at enda stríðið, sum tað sjálvt hevur byrjað. Støðan hjá Ukraina er greið. Eg havi definerað karmarnar fyri samrøðu fyri okkara sendinevnd, skrivaði Zelensky aftaná í einum uppslagi, sum varð deilt á sosiala miðlinum X.
Ukrainski forsetin segði fyrr fríggjadagin, at ein avtala um amerikanskar trygdarváttanir fyri Ukraina er klár, og at hann bara bíðar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ásetir eina ávísa tíð og stað, har hon verður undirskrivað.
Ukraina hevur biðið um trygdarváttan frá vesturlendskum sameindum, um ein friðaravtala skuldi verið fyri at forða fyri, at Russland aftur skal gera innrás.
Trípartasamráðingarnar í Abu Dhabi fara fram, nú Russland hevur økt um álopini á orkukervið í Ukraina.
Tey hava elvt tilhita- og streymslit í stórum býum sum høvuðsstaðnum Kiyv, meðan hitin er væl undir frostmarkinum.
/Ritzau/










