Talvkongurin Grischuk

Tann bert 16 ára gamli russarin Alexander Grischuk vann 3rd Tórshavn International. Javnir í stigum varð ukrainarin Ruslan Ponomariov, sum tó hevdi færri mótstøðustig enn Grischuk og endaði sostatt á øðrum plássi. Fremsti føroyingur varð John Rødgaard.

 

Carl Eli Nolsøe Samuelsen


Í frálikum umstøðum hava tredivu telvarar í átta dagar húsast í stásiliga Norðurlandahúsinum við tí fyri eyga at stríðast á talvborðunum. Hvør dagur hevur verið ein langur og spennandi arbeiðsdagur fyrst við fyrireiking og síðani at telva teir vanligu 4-5 tímarnar. Fyri okkum telvarar hevur tað verið eitt satt upplivilsi at verið ein partur av tílíkari kapping.

3rd Tórshavn International varð ein succes, heili tólvtúsind áskoðarar hava eygleitt kappingina á alnetinum, www.faroechess.com, og kappingin hevur gjørt Føroyar meira sjónligar á heimskortinum. Við samstarvi við Føroya Sparikassa, Føroya Shell, Føroya Tele, Tórshavnar Býráð og Norðurlandahúsið megnaði Talvsamband Føroyar at skipað fyri hesari stórkapping.


Tvídysturin mikli

3rd Tórshavn International varð í roynd og veru ein tvídystur ímillum Grischuk og Ponomariov. Eingin kundi hótta teir, og endaðu teir eisini heili hálvtannað stig framanfyri næsta telvaran sum varð russiskiføddi írin Alexander Baburin. Grischuk vann síni fyrstu seks talv og trý tey seinastu leikti hann javnt, meðan Ponomariov vann síni síðstu trý talv. Einasta tapið hjá Ponomariov varð just ímóti Grischuk.

Hesir báðir ungi mennirnir, Ponomariov bleiv seytjan ár undir kappingini, vísti telving í heimsklassa. Torført er at siga, hvør av teimum er tann betri telvarin, men Grischuk hevði sterkari mótstøðu og vann eisini á Ponomariov og tí er hann rætti vinnarin. Fyrsta virðislønin Grischuk ognaði sær, var heili 40.000 krónur.

Írin, Baburin, hevði somuleiðis eina góða kapping við bert einum tapi, og endaði einsamallur á triðja plássi.

Yngsti telvarin í kappingini, tann trettan ára gamli Teymur Radjabov, kláraði seg væl og ognaði særi eitt tólvta plássi. Hann prógvaði at hann megnar uppgávur ímóti stórmeistarum, og verður uttan iva skjótt stórmeistari sjálvur.


Einki føroyskt gjøgnumbrot

Eingin av teimum ellivu føroysku telvarnum fingu altjóða gjøgnumbrot á hesum sinni. Vit mugu bara ásanna at størri arbeiði krevst at nærkast útlendingunum og teirra støði. Bert tí einu ferðina í kappingini eydnaðist tað ein av okkum at basa ein altjóða meistara, og tað var heldur soltið. Vit fingu nakrir javnleikir, men vórðu vit verið meira neyvir í avgerandi løtunum vunnu vit fleiri av hesum javnleikum.

Teir flestu av okkum høvdu eina minni góða kapping, og teir einastu ið kunna vera nøgdir við úrslit teirra eru Torbjørn Thomsen, Martin Poulsen og Olaf Berg. Hesin seinasti klatraði væl upp eftir ratingstiganum. Til dømis leikti hann javnleik ímóti Flóvini í seinasta umfarinum.

Landsliðstelvarnir John Rødgaard, John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs og Ólavur Simonsen telvaðu allir sera óstøðugt. John varð einasti føroyingur ið fekk 50%, men øll hansara stig fekk hann ímóti føroyingum og kann hann tí ikki vera heilt nøgdur við sítt avrik. Hann vann tó eitt gott talv ímóti Flóvini.

Sjálvt um føroysku avrikini ikki vórðu av teimum heilt bestu, so varð hetta ein góð upphiting hjá landsliðstelvarnum okkara til OL, sum byrjar seinast í hesum mánaði í Istanbul.

Mentamálaráharrin Torbjørn Jacobsen tók sær av steypahandini og helt hann eina mergjaða røðu, har hann til dømis sipaði til at talv er ein partur av mentan okkara, og at hesin ítróttur hoyrdi heima í fólkaskúlanum.


Toppurin

1. A. Grischuk

7,5 stig av 9

2. R. Ponomariov

7,5

3. A. Baburin

6

4. S. Conquest

5,5

_..

Føroysku úrslitini

John Rødgaard

4,5

John Arni Nilssen

4

Torbjørn Thomsen

4

Flóvin Tór Næs

4

Heini Danielsen

3,5

Martin Poulsen

3,5

Terji Petersen

3,5

Ólavur Simonsen

3,5

Olaf Berg

3,5

C. E. N. Samuelsen

3

Herluf Hansen

2,5


Inni á www.faroechess.com eru hópin av myndum frá hvørjum umfari, og somuleiðis øllum telvarnum.