Meðan hon er í Føroyum fer hon at tala á almennum møtum og í Aglow, ið hevur bjóðað henni hendan vegin.
Birgit var í mong ár í nevndini fyri »Dansk selskab for alternativ odontologi« - (stutt sagt er odontologi = vísind um tenn). Har var hon m.a. tíðindablaðstjóri, og í mong ár luttók hon í ymsum skeiðum fyri at læra seg ella gera seg kunnuga við eini ávísari metodu, sum hon so undirvísti í. Hennara leitan í tí alternativa byrjaði í 1974; men í 1977 kom hon til trúgv á Harran Jesus og bleiv frelst, og slapp burtur úr tí alternativa/okkulta, sum hon hevði verið fjøtrað av. - Síðan tá hevur hon mangan luttikið á møtum, har hon út frá kristnum sjónarmiði - kanska serliga - hevur vent sær til menniskju í tí alternativa/okkulta umhvørvinum. Sum t.d. »Í Meistarans ljós-gudstænastu« í fólkakirkjuni saman við Ole Skærbæk Madsen, presti, í Bethlehemskirkjuni í Keypmannahavn. - Á møtunum verður høvi til at seta Birgit spurningar.
Birgit er gift við Torben Willemoes-Jørgensen. Tey eiga 5 børn og eitt ommu/abbabarn; og tey seinastu 4 árini hevur hon verið forkvinna í Aglow, Vejle.
Umframt á Aglow-møtum fer hon at tala á almennum møtum í Kelduni á Skálabotni 20. november kl. 20, og í Missiónshúsinum í Sørvági 23. november kl. 18, har øll eru vælkomin.