Tattovørur á vitjan

Seinastu tvær vikurnar hevur danski tatovørurin, Dann Haick, verið á vitjan í Føroyum, og hann sigur seg hava havt heilt fitt at gera við at litprika føroyingar

Tað er blivið sera væl umtókt millum føroyskar ungdómar, av báðum kynum, at fáa sær eina tatovering. Fyrr var tað so, at tað næstan bara vóru sjómenn, ið høvdu tatoveringar, men nú er støðan ein heilt onnur. Fleiri og fleiri føroyingar fáa sær tatovering, og tað er næstan líka nógv konufólk sum mannfólk, ið fáa sær eina slíka.


Gekk striltið í fyrstuni

Teir seinastu 14 dagarnar hevur danski tatovørurin, 29 ára gamli Dann Haick úr Horsens, verið á vitjan í Føroyum. Meðan hann hevur verið her, hevur hann lænt hølir frá FC-Búðini, og har hevur hann so sitið og litprikað føroyingar. Hendan seinnapartin Yngd vitjar danska tatovørin, situr hann og tatoverar ella litprikar havnarmannin Johan F. Mouritsen, ið skal hava tvær tatoveringar hendan seinnapartin.

Dann Haick sigur, at teir fyrstu dagarnar gekk tað eitt sindur striltið, tí tað tóktist, sum um fólk fyrst skuldu síggja, um hesin tatovørurin dugdi til nakað. So líðandi gekk tað betur og betur, og nú hesar seinastu dagarnar hann vitjar, hevur hann heilt fitt at gera. Bara hesa løtuna, meðan Yngd vitjar, koma eini fimm fólk inn á gólvið at biða um tíð ella forvitnast.


Tatoverað í fýra ár

Tá ið vit spyrja Dann Haick, nær og hvussu hann byrjaði at tatovera, sigur hann:

- nakrir vinmenn hjá mær høvdu sær nakrar tekningar, ið eg hevði gjørt, og hildu tær vera vakrar. Teir spurdu meg, hví eg ikki fór at royna meg sum tatovør. Hetta umhugsaði eg leingi, og fyri fýra árum síðani fór eg so at royna meg.

- Hvussu endaði tú so í Føroyum?

- ein føroyskur vinmaður hjá mær, Brandur, spurdi meg, um eg ikki hevði hug til at koma til Føroya at tatovera, og tað helt eg sjálvandi ljóðaði sera áhugavert, og nú havi eg so verið her í tvær vikur. Eg skal avstað aftur fríggjadagin, so seinasta freist at fáa eina tatovering er hósdagin.

- Hvat er tað fyri myndir, sum føroyingar vilja hava tatoveraðar á sín kropp?

- Tað, sum eg havi tatoverað mest her í Føroyum, er armbond. Eisini havi eg tatoverað nógvar blómur. Onkur einkultur, sum til dømis Johan her, er komin við egnum tekningum, sum tey vilja hava meg at tatovera.

- Hvør er løgnasta tatovering, sum tú hevur gjørt, meðan tú hevur verið her í Føroyum?

- Tað er trupult at siga, men allarhelst er tað hendan daman, sum vendir á høvdinum, ið eg siti og geri beint nú.


Sjáldan at fólk angra

Vit prátaði víðari, og Dann Haick greiðir frá, at tað er ógvuliga sjáldsamt, at fólk fáa kaldar føtur, meðan man situr og tatoverar teimum. Um hetta hendir, so er ikki so nógv at gera, tí tað sær rættuliga býtt út, um man hevur eina hálva tatovering á arminum. Tá er heldur frægast at gera tatoveringina lidna ella í hvussu so er karmin til tatoveringina. Sjálvur sigur Dann Haick, at tíbetur hevur hann bert upplivað hetta nakrar heilt fáar ferðir.

Um onkur kemur við eini gamlari tatovering og vil hava hana burtur, hetta er rættuliga vanligt, so kann man leggja eina nýggja út yvir ella bara leggja litir á - strikast kann hon ikki!

Dann Haick greiðir frá, at tað vísir seg eisini, at tey allarflestu fólkini hugsa seg sera væl um, áðrenn tey fáa sær eina tatovering. Tey koma inn at hyggja eftir umstøðunum, síðani geva tey sær góðar stundir til at velja eitt motiv, áðrenn tey fara heim, og so bíleggja tey sær eina tíð til at fáa tatoveringina gjørda.

Í Danmark hava tatoveringar ongantíð verið so vælumtóktar sum júst nú, sigur Dann Haick og leggur aftrat, at í teimum flestu størru býunum í Danmark eru einir tveir tatovørar.


Ójavnt hvussu nógv er at gera

Sum við so nógvum øðrum vinnum, so er tað ógvuliga ójavnt, hvussu nógv ein tatovørur hevur at gera tær ymsu ársins tíðir. Dann Haick sigur, at mest er at gera um veturin, og hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið, tí ein skuldi trúð, at nógv var at gera um summarið, tá ið fólk ganga lættari ílætin og hava størri møguleika fyri at vísa eina tatovering fram. So er ikki, og ein av orsøkunum til hetta er, at tá ið tú hevur fingið tær eina tatovering, skal tú ikki sóla tær ella svimja í tvær vikur.


Búkurin er eymast og dýrast

Ójavnt er, hvussu nógv ein tatovering kostar. Dann Haick sigur, at ein tatovering kann kosta ymiskt, alt eftir hvar á kroppinum hon skal sita. Av tí at búkurin og innarsíðan og lørini eru truplast at tatovera, eru tað eisini júst hesi støð, ið eru mest kostnaðarmikil at fáa litprikað.

Dann Haick sigur, at serliga búkurin er sera pínufullur at fáa tatoveraðan.

Bíligasta tatoveringin, sum Dann Haick ger í Føroyum, kostar 650 krónur, meðan tær dýrastu kosta fleiri túsund krónur.

Danski tatovørurin fer, sum áðurnevnt, aftur til Danmarkar fríggjadagin, men ikki er óhugsandi, at hann kemur aftur á ólavsøku.