TB fylgir við

2. deild: Tvørámenn tóku leygardagin ímóti B36, og tað endaði við 6-1 stórsigri til heimaliðið, sum enn er við í stríðnum um at flyta beinleiðis upp í 1. deild

Jákup Mørk


TB kundi ikki fingið eina betri byrjan uppá dystin á Sevmýru. Eitt fríspark varð sent innfyri úr høgru síðu, har aftasti maður hjá B36 snittaði bóltin framvið málverjanum í egið mál, og so var TB frammanfyri. Harvið varð slóðað fyri einum týdningarmiklum sigri. B36 hevur bara vunnið einaferð á útivølli, og avrikið hesuferð var ikki øðrvísi, enn tað plagar at vera á útivølli.

TB var als ikki sannførandi í fyrra hálvleiki, og B36 hevði møguleikan at javna, men einki bar til hjá havnarmonnum henda dagin. Ístaðin økti TB um leiðsluna, tá ið tann garvaði Eyðun Gullok Svalbard fekk fatur á einum innleggi úr høgru og langaði hann í kassan.

Í seinna hálvleiki kom B36 við aftur í dystin eina løtu, tá ið Brynleif Hansen minkaði um munin til 2-1. Ein bóltur kom inn í brotsteigin úr høgru síðu, og málverjin megnaði ikki at steðga skotinum frá Brynleifi. Nú var aftur spenningur í dystinum eina løtu, men TB økti aftur til 3-1, og so var dysturin í veruleikanum avgjørdur. B36 megnaði als ikki at reisa seg aftur og hótti ongantíð málið hjá TB málverjanum, sum fyri tað mesta var áskoðari eftir triðja málið hjá TB.

Nýggi leikarin hjá TB, Mihai Matai, skoraði til 3-1, hóast málverjin fekk hondina á bóltin, tá ið hann var hægstur eftir eitt hornaspark. Eftir hetta fall B36 heilt í fátt, og tvørámennkundu taka sær av løttum.

Í fyrra dystinum millum hesi bæði liðini vann B36 heili 5-1, men hesuferð var vent í holuni. Seinastu tríggjar minuttirnar var B36 verjan púra opin, og TB fekk trý mál hesa løtuna. Eyðun Svalbard skeyt tvey av hesum málunum, annað var eitt sera flott langskot. Hinum málinum stóð Mihai Matai fyri.

TB er nú farið framum ÍF uppá annað pláss, og teir eru enn í hølunum á EB/Streymi, sum er trý stig frammanfyri. Enn eru tvørámenn við í dystinum um beinleiðis uppflyting, men EB/Streymur verður torført at koppa av ovastu rók. Nú eru bara seks dystir eftir, og næstu ferð skal TB spæla ímóti HB í Havn. Trý stig eru neyðug í øllum dystunum, um tað skal eydnast aldursforsetanum í føroyskum fótbólti at vinna sær sæti í bestu deildini aftur.


TB-B36 6-1 (2-0)

1-0: Sjálvmál

2-0: Eyðun Gullok Svalbard

2-1: Brynleif Hansen

3-1: Mihai Matei

4-1: Eyðun Gullok Svalbard

5-1: Mihai Matei

6-1: Eyðun Gullok Svalbard01-0Henning Jarnskor

(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)

411-01-0Leivur Hansen

55-10-0Poul Henning Jacobsen

(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)

68-10-0Jóan Petur Olsen

711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)

811-21-0Pauli Jarnskor

(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)

911-71-1Súni Olsen

1012-50-0Óli Hansen

1211-42-1Helgi L. Petersen


Venjari: Johan Nielsen


GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72

Samanumtikið:

Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.


Frágreiðingar

Dømi 1

111-(-17)0-0Waldemar Nowicki

Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort


Dømi 2

1510-21-0Alex Nielsen

Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort


Dømi 3

54-00-0Kristian Nielsen

(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)

Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti


GK: Gul kort

RK: Reyð kort


Komandi dystir

1. deild menn, 14. umfar

27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda

27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen

27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð

27.08GÍ-NSÍPetur Hansen

27.08VB-HBLassin Isaksen


2. deild menn, 13. umfar

26.08HB-TBRegin Egholm

26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen

26.08ÍF-B36Sune Johansen

26.08KÍ-RoynPetur Hansen

26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen


3. deild menn, 12. umfar

27.08FS Vágar-TBSune Johansen

27.08B68-KÍEdvard Højgaard

27.08B36-B71Ransin Djurhuus

27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg

27.08VB-ABZoran Mancic


1. deild kvinnur

27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo

27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen


Støðan - 1. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1HB139-2-229171229

2B68139-0-432221027

3VB138-3-22518727

4B36138-0-538172124

5NSÍ136-3-432211121

6KÍ136-2-529131620

7GÍ135-2-62626017

8B71132-2-91525-108

9FS Vágar132-2-91535-208

10Sumba132-0-11956-476


Støðan - 2. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1EB/Str.128-2-235171826

2TB127-2-33829923

3ÍF125-6-127131421

4B36125-2-52524117

5NSÍ125-2-52121017

6GÍ123-4-51826-813

7HB124-1-72939-1013

8LÍF123-3-61420-612

9KÍ123-3-61627-1112

10Royn122-5-51421-711