Pátrúgv
Tá TB tann 28,. august tók ímóti NSÍ, megnaðu teir í seinastu løtu at javna til 4-4, og á sín hátt var hetta eisini byrjanin til bjargingarroyndina, sum liðið nú av álvara er komið ígongd við.
Tað vóru kanska ikki so nógv, sum løgdu tað til merkis, men ein partur av frágreiðingini til hetta var kanska eitt mistak frá flaggvørðinum, sum av misgávum hevði koppað gula Fair-Play flagginum á høvdið.
Onkur helt skemtandi til, at hetta kanska hevði borið nakað av hepni við sær, og á tann hátt skundað undir útjavningina, men meira enn tað sama varð ikki lagt í hetta at byrja við.
Næsta heimadystin - móti B36 - vendi flaggið aftur rætta vegin, men tá skarst illa. Bæði so og so. TB tapti dystin 2-1, og ikki minst tók alt rokið móti dystarenda fast hjá bæði felagi og spælarum.
Tá GÍ so kom á vitjan tann 25. september, stóð einki til hjá TB. Somikið illa, at hetta í veruleikanum var ein alt ella einki dystur, og tí hevði liðið tørv á øllum hugsandi stuðuli.
Sum skilst, so vóru røddir frammi um, at tað kanska eisini var vert at koppa leikum fagurt flagginum í høvdið, og skal metast eftir úrslitinum, so var hetta eisini ein heppin avgerð.
TB vann í øllum førum dystin 3-1, og tá teir í næsta dystinum vunnu 1-0 á Skála, mundi seinasti ivin vera beindur burtur. Mistakið við gula flagginum hevði hepni við sær, og so er spurningurin, hvussu tað verður, tá VB kemur á vitjan sunnudagin.
Tá skal TB so triða umfarið á rað spæla heimadyst, og tann dysturin verður kanska júst tann, sum ger av, hvat lið noyðist tungu gongdina niður í aðru deild komandi kappingarár.
Um tað so enn einaferð verður gjørd ein roynd at koppa øllum á høvdinum, fingu vit tó ikki staðfest, tá vit royndu at tosa við umboð fyri TB. Snøgt sagt, so var eingin, sum tóktist kenna nakað til málið&
Vit skulu tó leggja afturat, at hóast flaggið vendi á høvdinum, so var eingin trupulleiki í fair-play andanum, til dystirnar móti NSÍ, GÍ og Skála.