Eitt forboð móti at blaka fisk aftur í havið - kallað discard - er eitt av høvuðspunktunum í avtaluni um felags fiskivinnupolitikkin, sum fiskimálaráðharrarnir í ES saman við danska ráðharranum í fiskivinnumálum, Mette Gjerskov, hava gjørt.
Hóast danskir fiskimenn í síni heild eru samdir um avtaluna, eru ikki allir samdir í partinum um útblaking.
- Neyðugt er at skilja millum útblaking og útseting. Nøkur fiskasløg liva væl eftir at vera slept útaftur og kunnu soleiðis veksa seg stór. 80-90% av flatfiski, reyðsprøku og hummara liva eftir at vera slept útaftur.
Formaðurin í Hirtshals Fiskeriforening, Niels Kristian Nielsen, heldur, at neyðugt er at skilja ímillum, um fiskurin er veiddur á grunnum ella djúpri vatni.
- Fiskur veiddur á djúpum vatni yvirlivir ikki at verða settur út aftur, leggur hann aftrat.
Discard-forboðið merkir, at veiddur fiskur í sínum útgangsstøði skal takast við til lands - líka mikið stødd. Mett verður, at bara í Norðsjónum snýr útblakingin seg um 900.000 tons um árið. Hugsanin er, at útblaking av fiski er spill av tilfeingi.
- Men so einfalt er tað ikki, halda danskir fiskimenn, sum heldur vilja, at talan verður um eitt meiri fleksibult forboð móti útblaking.