Útbygging av samfelagnum kann virka øvugt!

Er tað partur av Visjón 2015, at samfelagið ikki má útbyggjast ov nógv?

Jákup Persson

 

Tað er rættiliga skelkandi lesnaður at síggja Sosialin 2. mai 2007, har Jørgin Niclasen verður endurgivin fyri at siga, at vit mugu ansa eftir, at vit ikki útbyggja hann (flogvøllin) ov nógv!

Vóru hetta úttalilsir frá einum elligomlum, sitandi á bríkini og láta, hevði hetta verið til at skilja.

MEN, at visjónirnar hjá einum ungum manni eru so stuttar og smáar. Tað má undra sjálvt hin elsta!

 

Vit mugu spyrja: Er hetta framtíðarætlaninar hjá Jørgen Niclasen, at føroyska samfelagið ikki má útbyggjast ov nógv? Er ætlanin, at tunlarnir ikki mugu gerast ov breiðir, ella skullu teir ikki gerast so langir, at teir koma gjøgnum fjøllini, men steðga undir fjøllunum?

Skullu vit útbyggja skúlaverkið, men ikki ov nógv? Kanska steðga í 6. flokki?

Skullu vit útbyggja heilsuverkið, men ikki ov nógv? Kanska steðga við narkosudeildini og lata víðari viðgerð fara fram uttanlanda?

Vit mugu inniliga vóna, at tað bert er Jørgin Niclasen, ið ikki ynskir føroyska samfelagið útbygt, og at samstarvsfelagar hansara hava størri visjónir!

 

Jørgin Niclasen sigur seg ikki vera tekniskt kønan. Hetta er tað onki løgi í, tí loftferðsla og loftferðsluspurningar eru sera teknisk málsøkir. Tað sum Jørgin Niclasen hinvegin hevur møguleika fyri, er at seta seg í samband við tey, ið hava meiri vitan á økinum. Hann kann t.d. fara stytstu leið úr Sørvági á flogvøllin og seta seg í samband við tey fólkini, ið til dagliga arbeiða við flogvallartekniskum spurningum. Hann kann eisini kanna eftir, hvat allir 5 deildarleiðararnir einmælt hava mælt til verður gjørt í Vágum. Hesir hava, hóast alt, bæði fakliga vitan og royndir viðvíkjandi flogvallarrakstri í Føroyum.

 

Jørgin Niclasen sigur í somu grein, at vansin við at seta størri flogfør í flúgving er, at títtleikin av fráferðum fara at minka so mikið nógv, at tað ikki verður flogið higar hvønn dag. Hetta er ein misskiljing og er lítið visjonert hugsað og als ikki undirbygt. Til tess, at eitt flogfelag skal fáa fulla nyttu av nútíðar ‘mellemdistance’-flogførum, ið eru væl egnaði til okkara viðurskiftir (longd av flogleiðum, ‘payload’, fuel, startvekt o.m.a.) er longd av lendingarbreyt undir 1.800 metrar ikki nóg effektiv. Uppaftur betur var, um lendingarbreytin var enn longri. Vit eiga ikki at gloyma, at ein heimur er uttanfyri Keypmannahavn. Hóast hetta er høvuðsfarleiðin, eiga vit at hyggja longri fram og longri út.

Pástandurin hjá Jørgin Niclasen um, at tað ikki verður flogið hvønn dag, um størri/nýmótans flogfør verða sett í farleið, heldur ikki!

 

Víðari sigur Jørgin Niclasen, at líknandi dømir úr Grønlandi vísa: Flogførini taka so nógv ferðafólk, at tað er ikki grundarlag at hava flogvøllin opnan meiri enn 5 dagar um vikuna.

Hetta er beinleiðis skeivt! Meðan amerikumenn róku flogvøllin í Syðra Streymfirði, var flogvøllurin opin alt døgnið allar dagar í vikuni árið runt. Hesa tíðina var á sumri flogið 5 ferðir um vikuna og á vetri 3 ferðir um vikuna. Við øðrum orðum: Heldur ikki hvønn dag í vikuni tá. Tá grønlendska heimastýri í 1992 yvirtók floghavnina var flogmynstrið tað sama. Tað er tí ikki, at flogførini eru vorðin størri, at grundarlag ikki er at hava flogvøllin opnan meira enn 5 dagar um vikuna. Tað er einans ein spurningur um, at tað ikki er búskaparliga ráðiligt at hava opið hvønn dag (tað eru ikki ráð til tess) , eins og tað var áðrenn 1992. Hetta kann ein so leggja sær í geyma, tá tosa verður um fleiri flogvøllir í Føroyum!

Pástandurin hjá Jørgin Niclasen um, at tað ikki verður flogið hvønn dag, um størri/nýmótans flogfør verða sett í farleið, heldur ikki!

 

Jørgin Niclasen sigur seg ikki vera sannførdan um, at 1.800 metrar er tað rætta. Vit mugu finna eina hóskandi javnvág í til okkara viðurskifti, sigur hann.

Her er týdningarmikið at spyrja. Eru tað tey loftferðslutøkniligu viðurskiftini, ið eiga at standa ovast á breddanum, ella hevur sannføringin hjá einkult standandi persónum størri týdning??

Jørgin: Skullu vit framhaldandi reka ein flogvøll við undantøkum, ið ikki eru neyðug??

 

Sambært heimasíðu Løgtingsins er eitt norskt felag biðið um at gera kanningar, hvar alternativur flogvøllur kann gerast í Føroyum. Hetta felag kom fram til 4 alternativar møguleikar. Hóast hetta, vóru teir bidnir um eitt 5. alternativ, sum teir frammanundan ikki høvdu víst á. Sjálvur meti eg loftferðsluspurningin í Føroyum somikið álvarsaman, at tað til eina og hvørja tíð mugu vera tær loftferðslutøkniligu grundirnar, ið eru avgerandi fyri, hvar Føroyar hava sín flogvøll! Persónligar sannføringar, ið ikki eru loftferðslutøkniliga grundaðar, mugu ikki spæla hasard við føroyska samfelagnum!

 

Mælt verður tí til at nevndu 5 alternativ verða kannað av loftferðslutøkniligum kønum fólkum. Men fyri at hetta arbeiði skal vera seriøst og trúverdugt er neyðugt, at ‘6. alternativið’ eisini verður kannað. Nevniliga verandi flogvøllur. Hvørjir møguleikar eru her? Kann hesin vøllur í framtíðini leingjast út um 1.800 metrar? Eru foringarnar her størri enn aðrastaðni? Tá tað loftferðslutøkniliga úrslitið fyriliggur, hava vit neyðuga støðið at byggja víðari á, hvar hin føroyski flogvøllurin eigur at vera.