Súkklingin hjá Team Rynkeby hevur eitt gott endamál - at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin. Harafturat súkklar Team Rynkeby fyri heilsuna og at koma í form.
Team Rynkeby hevur ein sterkan felagsskap, sum øll kunnu hava gott av.
20. september ber til at súkkla í hesum felagsskapi, fáa fríska luft og røra seg. Grundstólparnir hjá Team Rynkeby eru venjing, stuttleiki og umsorgan.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at súkkla við. Børn, ung, vaksin og eldri. Vit súkkla ein róligan túr, so øll kunnu vera við. So tak súkkluna, mammuna, pápan, ommuna, abban, systkin ella vinir við tær og kom og súkkla, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel.
Wenzel bjóðar øllum súkklarum okkurt gott. Tá súkklararnir eru komnir niðan til Tjarnir, er opið hús fram til kl. 14.00 við m.a. ókeypis barnalandi, hoppiborgum, undirhaldi og góðum tilboðum.