Tann meinigi borgarin, sum í 92-93-94-95 setti sítt álit á, at landsins ognir vórðu umsitnar eftir tí meginreglu, at sum mest skuldi koma fólkinum til góðar, fara á valinum hesaferð helst (og tað vóni eg) at geva Fólkaflokkinum ein dyggan undir vangan.
Eg fari at seta spurningin: Hvat billa tit tykkum inn, at skalta og valta við landsins ognum uppá handan mátan? Halda tit veruliga, at tit, fólkafloksmenn, hava rætt til at selja Føroya Banka FYRI EINKI, til ógagns fyri Føroya fólk? Nei, veljarin vil nakað annað.
Vit í Javnaðarflokkinum vilja, at Føroya Banki verður landsins ogn eina tíð enn. Lat okkum fáa avtalurnar við Danmark upp á pláss fyrst, og síðan kunnu vit síggja tíðina an. Hetta fyri at vita, hvat aktiv Føroya Banki í veruleikanum er fyri hetta land. Um yvirskotspeningur kemur frá Føroya Banka, so eru tað landsins borgarar, sum skulu hava ágóðan av hesum, og ikki nakrir spekulantar, sum fáa bankan til gávus.
Verjið ognir tygara, vel ein sterkan Javnaðarflokk.
Jógvan Mørkøre,
valevni Javnaðar-
floksins í Norðstreymi