Triði FM kappróðurin í ár verður seinnapartin. Í gjárkvøldið var starturin lagdur undir kønari leiðslu av Eileri Lamhauge og Sunvard Vang, sum í mong ár hava havt við hesa uppgávuna at gera.
Amboðunum bilar einki. Alibátar hjá Bakkafrost, sum hava kraftina, ið skal til at spenna fasta startin, liggja á fjørðinum.
Róðrarlíkindini eru av teimum fagrastu, og tá ið tað verður kappast á tí, sum av mongum verður roknað at vera besti róðrarteinurin av øllum, eigur alt at tala fyri, at tað fer at ganga bæði skjótt og væl.
Fyrsta skotið í barnaróðrinum verður klokkan 13. Tá verður tað borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum fer at varpa róðurin út fyri teimum, ið vera á havnarlagnum.
FM róðrarnar verður tað farið undir klokkan 14.30. Tað verður vónað, at 10-mannaførini vera komin á mál, áðrenn klokkan verður 16.30. Hesum róðrunum ber tað til at fylgja í útvarpi og sjónvarpi hjá Kringvarpinum.
Barnaróður, dreingir
3 Drekin
4 Falkur
5 Silja
6 Títtlingur
7 Havfrúgvin
8 Royndin Fríða
9 (Ver) Jallurin
10 Firvaldur
11 Tekla
12 Sílið
13 Ørnin
14 Ternan
Barnaróður, gentur
3 Báran
4 Ørnin
5 Havfrúgvin
6 Spógvin
7 Frúgvin
8 Pílur
9 (Ver) Fípan Fagra
10 Sílið
11 Royndin Fríða
12 Erla Kongsdóttir
13 Silja
14 Strípan
15 Kollur
5-mannafør, gentur
stig
4 Beinta 0
5 Sílið 0
6 Báran 7
7 Havfrúgvin 7
8 Falkur 12
9 (Ver) Firvaldur 14
10 Hulda 7
11 Drekin 7
12 Svalan 2
13 Kollur 0
14 Pílur 0
6-mannafør, kvinnur
Stig
6 Jarnbardur 3
7 Páll Fangi 9
8 Sølmundur 12
9 (Ver) Rádni 14
10 Fortuna G 9
11 Skúgvur G 5
5-mannafør, dreingir
Stig
4 Ritan 0
5 Beinta 2
6 Sílið 2
7 Tjaldrið 10
8 Frúgvin 11
9 (Ver) Junkarin 11
10 Fípan Fagra G 12
11 Kollur 6
12 Teistin 2
13 Jallurin 0
Stig
7 Gongurólvur 7
8 Hvessingur 12
9 (Ver) Smyril 14
10 Fortuna 7
5-mannafør, kvinnur
Stig
6 Tekla 6
7 Drekin 6
8 Teistin 13
9 (Ver) Erla Kongsdóttir 13
10 Fípan Fagra 10
11 Frúgvin 6
12 Blikur 0
8-mannafør
Stig
7 Argjabáturin G 8
8 Knørrur G 11
9 (Ver) Nevið Reyða 13
10 Gullbrandur 12
11 Miðvingur 6
10-mannafør
Stig
7 Ormurin Langi 9
8 Havnarbáturin 10
9 (Ver) Eysturoyingur 14
10 Drekin Reyði 11