Teir bíða eftir laksinum

Fríggjamorgunin fór Norrøna sín næsta túr til Danmarkar í vetrarsiglingini, men hóast talan er um fleiri ferðafólk, so bíðar Smyril Line eftir at laksaalararnir fara at taka laksin

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er Norrøna farin undir vetrarsigling millum Føroyar og Danmark.

Seinasta fríggjadag var fyrsti túrur gjørdur, men undirtøkan var so sum so.

Hetta var tó ikki nakað, sum kom óvart á hjá Smyril Line, tí tað er greitt, at tað tekur tíð at fáa fólk at venja seg við at brúka sjóvegin á vetrartíð.

Í gjár fór Norrøna so næsta túrin og nú sær longu væl betri út.

Fleiri ferðafólk enn seinast og farmurin á leið tann sami.

Men farmanøgdin kann broytast ræættuliga skjótt.

Jónfinn Simonsen av flutningsdeildini hjá Smyril Line sigur við Sosialin, at vetrarsiglingin hjá Norrønu er grundað á feskfiskaútflutningin, bæði laks og annan fisk, men tað hevur verið stak friðarligt tí viðvíkjandi enn.

? Laksaalararnir eru ikki farnir at taka laksin enn og tað er tí at prísirnir eru í botni. Hetta hevur eitt ella annað at gera við ES og Noreg.

? Samstundis hava nógvir feskfiskabátar verði tætt við europeiska marknaðin og tað hevur so gjørt, at teir hava flutt beinleiðis til marknaðin. Men hetta fer at broytast um ikki so langa tíð.

Tá Norrøna fór av Havnini í gjár hevði hon uml. 150 tons av farmi inni. Norrøna tekur umleið 600 tons, so her er nóg mikið av plássi.


Ferðafólkatalið økist

Jónfinn Simonsen heldur ikki, at undirtøkan hjá Norrønu er so lítil kortini.

Sum nevnt, so tekur tað tíð at venja fólk við at brúka sjóvegin á vetrartíð, men tað gongur skjótt tann rætta vegin.

Tann fyrsta túrin hjá Norrønu vóru um 110 ferðafólk við báðar vegir, men hesaferð er talið umleið 150 ferðafólk, so her er talan um eina rættiliga fitta framgongd.

Áki Jespersen av ferðamannadeildini hjá Smyril Line sigur at teir eru stak væl nøgdir við talið av ferðandi.

? Tað er eitt sindur torført at siga frammanundan hvussu nógv ferðafólk verða við, tí so nógv av teimum koma í síðstu løtu, sigur hann.

? Men tað bilar ikki, tí har er jú ríkiligt av plássi.

Nú Norrøna er farin undir vetrarsigling er ein partur av skipinum læstur av.

? Hetta verður gjørt av praktiskum ávum og ikki minst av trygdarávum verður sagt av Smyril Line.

Niðastu hæddirnar eru læstar av, og á tann hátt nýtist skipinum ikki so stóra manning tá siglt verður.

Somuleiðis er gjørt í erva. Fremra matstovan verður ikki brúkt, men bara kafeteria og koktailbarrin.

Sum í neðra, so er hetta eisini gjørt av praktiskum ávum, men tað ger eisini at ferðafólkini verða savna á einum minni øki.