Teir bestu tapa eisini viðhvørt

HB venjarin ásannar, at hansara menn gjørdu ov nógv mistøk, og at heimamenninir vóru øgiliga góðir og raskir at sekta mistøkini

NSÍ venjarin var fegin, tá ið hann eftir dystarlok og 2-0 heimasigur ímóti HB hitti FM1. Hann rósti sínum spælarum fyri fínan hugburð og gott avrik, sum í fyrra hálvleiki átti at havt borið størri leiðslu enn 2-0, tá ið teir fóru at hvíla seg.

-Mínir menn vístu sjálvsálit og tordu at spæla og ikki sparka fótbólt. At teir tordu tað – eisini tá ið mótstøðumenninir royndu at pressa teir frammarlaga á vøllinum – hevði avgerandi týdning. Uppsillingin var broytt soleiðis, at vit vóru í 3-4-3 útgávu í staðin fyri 3-5-2. Tað er styrki at vera førur fyri at vera í fleiri útgávum, og mínir menn vístu í kvøld, at hetta megnaðu teir væl, sigur Glenn Ståhl, sum rósar Tórði Thomsen fyri stórbjargingar, tá ið støðan í seinna hálvleiki var 2-0.

-Tað hevur ofta verið sagt, at NSÍ ikki megnar at vinna ímóti stóru liðunum. Nú eru vit fyrsta liðið, sum hevur vunnið ímóti HB, og vit hava megnað javnleik á útivølli ímóti bæði KÍ og B36, og tað eru vit nøgdir við, sigur NSÍ venjarin.

Var tað tykkara góða avrik ella laka avrikið hjá HB, sum var orsøk til úrslitið?

-Tað valdast sjálvandi eygað, sum sær, men ivaleyst var tað bæði okkara góða avrik og ikki so sannførandi avrikið hjá HB í kvøld.

HB venjarin Jens Berthel Askou staðfestir, at hetta var ikki dysturin hjá hansara monnum:

-Tað riggaði ikki. Persónlig mistøk í verjupartinum og óneyvar temjingar og skeivar avgerðir, tá ið tað var um at verða vandamikið í álopspartinum bóru við sær, at tað ongantíð varð heilt vandamikið. Tá ið vit so í seinna hálvleiki megnaðu at vinna okkum í tvær góðar støður eftir innlegg úr vinstru, so vardi málverjin hjá teimum meistarliga væl.

Tit høvdu Mads Bo Mikkelsen í hópinum í kvøld?

-Hann heilsaði fyri fyrstu ferð upp á liðfelagarnar, tá ið vit ótu saman, áðrenn vit fóru inn til Runavíkar. Hann hevur ikki spælt í síðstuni, so vit skiftu hann ikki inn fyrr enn fram ímóti dystarenda. At hann er arbeiðssamur, bólttryggur og við góðum spælskili, haldi eg sást longu í kvøld, so vit gleða okkum at fáa nyttu úr honum.

Fleiri spælarar eru skaddir. Nær verður ein nýggjur spælari aftrat at síggja í HB búnanum?

-Tað dugi eg einki at siga um, sigur HB venjarin. 

 

HB971123822
NSÍ962122420
962126920
B369612261319
Víkingur9423141314
ÍF9414122013
EB/Streymur92166167
TB91356126
AB90455244
Skála90186271

10. umfar

Fríggjadagin 26. juni

EB/Streymur - B36

Sunnudagin 28. juni

ÍF - TB

Víkingur - KÍ

Skála - HB

AB - NSÍ