Coca-Cola kappingin ? menn
Eftir tvey tap í landskappingini, hevði Kyndil mikukvøldið møguleika at fáa eitt slag av hevnd, tá teir í Coca-Cola kappingini skuldu royna seg ímóti grannunum úr Neistanum.
Vónirnar hjá Kyndli um sigur mundu heldur ikki vera viknaðar av, at Bárður Johannesen nú aftur var tøkur eftir leikbann, eins og fyrrverandi kyndilsmaðurin, Hans Áki Dal-Christiansen, var leikbannaður hjá Neistanum.
Kyndil stríddist
Tað var eisini leingi líkt til, at tað eins væl kundi verða Kyndil sum fór at vinna dystin, tí hóast Neistin higartil hevur roynst betri av teimum, so var lítil og eingin munur fyrstu løtuna.
At kalla allan fyrra hálvleik skiftust liðini um at hava leiðsluna, og var tað ikki fyri avrikið hjá Jacob Jónsson, so hevði tað helst verið rættvíst, at kyndlarnir vóru framman fyri í steðginum.
Seinna umfarið tóktist tað alt fyri eitt, sum um Neistin nú vildi seta alt upp á pláss. Innan fáar minuttir høvdu teir økt leiðsluna upp í fimm mál, og so mundu flestu áskoðararnir halda, at nú var leyst og liðugt. Men Kyndil gavst ikki.
Heldur treiskaðust teir. Bitu tenn saman í verjuni og stríddu seg spakuliga nærri grannunum, og tá einir tíggju minuttir restaðu at leika, var aftur fast samband ímillum grannarnar.
Neistin gjørdi tó aftur ein vørr. Teir skutu fýra mál á rað, og tá Kyndil so ikki megnaði at gagnnýta eina útvísing hjá Kára Mortensen, stóð tað øllum greitt, at heldur í steypakappingini skuldi tað hepnast nakað serligt hjá Kyndli í ár.
Avrikið móti Neistanum bendi tó enn eina ferð á, at tá stríðsviljin á liðnum er í lagi, kann hesin røkka langt, og tó at tað ikki var nóg mikið hesaferð, so er væl hugsandi, at hetta kann birta undir eina vón, um at liðið nú fer at standa seg betri, enn teir hava gjørt, í landskappingini.
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 33-27 (14-14)
Málskjúttar:
Neisitn: Heini Joensen 7(2), Jacob Jónsson 6(1), John Petersen 6, Áki Mørk 6, Kári Mortensen 4, Elmar Ósá 4
Kyndil: Høgni Klein 8, Bárður Johannesen 7(4), Janus E. Sørensen 3, Regin Johannesen 3, Josef Abrahamsen 2, Jónleif Sólsker 2, Rói Árting 2
Brotskøst: Neistin 4, Kyndil 7
Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 2
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum.