Teir brenna fyri matgerð

- Tað eru fleiri fyrimunir við at vera so ungir og blíva høvuðskokkar. Vit tora væl, eru fullir av orku og brenna veruliga fyri fakinum. Og so hava vit nógv hugskot um, hvussu vit kunnu menna matstovuna. Soleiðis siga teir báðir nýggju høvuðskokkarnir á KOKS, Áki Herálvsson og Poul Andrias Ziska, sum eru 23 ára gamlir. Frá 1. februar skulu teir leiða Føroya fremstu matsovu

- Onkursvegna kennist tað nattúrligt, at tað eru vit báðir, sum skulu taka yvir postin sum høvuðskokkar, tí vit hava verið á KOKS, síðani tað byrjaði og hava eitt nú verið við til at finna øðrvísi rávørur og menna nýggjar rættir, sigur annar av nýggju høvuðskokkunum á KOKS, sigur Áki Herálvsson. Saman við Poul Andriasi Ziska skal hann frá 1. Februar virka sum høvuðskokkur á kendu matstovuni á Hotel Føroyum.

Og tað eru tveir ungir og djarvir kokkar við stórum sjálvsáliti, sum koma at stýra KOKS skútuni. Hóast fyrrverandi høvuðskokkurin, Leif Sørensen, nærmast hevur verið ímyndin av KOKS, kenna teir báðir ungu kokkarnir einki trýst á sær.

- Vit hava verið undirstjórar í køkinum og verið partur av tí skapandi gongdini at gera hugskot til veruleika í meir enn hálvtannað ár, so hetta er fyri so vítt ikki nakað nýtt fyri okkum, sigur Poul Andrias, og Áki leggur afturat:

- Fyrr hevur tað verið Leif Sørensen, men nú eru tað vit báðir, sum skulu vera andlitið úteftir, og okkara nøvn verða sett í sambandi við KOKS, so eg ivist ikki í, at hetta verður eitt hart ár, har vit hóast alt skulu vísa, at vit megna uppávuna, sigur Áki.


Kokkar av tilvild

At Áki, sum er úr Hoyvík, og Poul Andrias, sum er úr Havn, eru endaðir innan kokkafakið, er heldur tilvildarligt.

- Í 8. flokki var eg í starvsvenjing umborð á bjargingarskipinum Brimli, men tað var ikki akkurát eg, so eg var skjótur í land aftur. Mamma syrgdi so fyri, at eg slapp at taka restina av praktikktíðini í køkinum á Hotel Føroyum, og eftir tað byrjaði eg at arbeiða har, tí mær dámdi tað stak væl, greiðir Áki frá.

Fyri Poul Andrias var tað eisini tilvildin, sum gjørdi, at hann gjørdist kokkur.

- Fyri at siga sum er, so fór eg í læru á matstovuni Gourmet uttan at hava gjørt mær so nógvar tankar um kokkafakið. Okkurt skuldi eg gera, og so hugsaði eg, at eg kundi um ikki annað royna at fáast við mat og matgerð. Tað vísti seg so at vera jút tað rætta fyri meg, fortelur Poul Andrias.

Ein av orsøkunum, til at teir hava valt at tikið av tilboðnum at vera høvuðskokkar á KOKS, er, at teir hava stóran als til føroysku rávørurnar.

- Eg elski allan føroyskan mat, og avbjóðingin í hesum er at fara frá siðbundna føroyska matinum og ístaðin hyggja eftir rávørunum, vit hava, upp á ein skeivan og annarleiðis máta, sigur Áki. Poul Andrias er samdur í hesum.

- Maturin, sum vit gera á KOKS er einfaldur, og vit royna at brúka so nógv føroyskt tilfar sum yvirhøvur gjørligt. Tað er tað, sum ger okkara arbeiði spennandi og avbjóðandi, sigur Poul Andrias.


Geranium og Noma
Hóast sín unga aldur hava Áki og Poul Andrias royndir frá nøkrum av bestu matstovunum í heiminum, sum eru í Danmark. Áki hevur starvast eitt skifti á Noma, og Poul Andrias hevur arbeitt á Geranium.
Sjálvir halda teir, at júst hesa royndirnar eru teimum til stóran fyrimun, nú teir skulu standa á odda fyri KOKS.

- Eg eri ótrúliga glaður fyri arbeiðsroyndirnar, eg havi frá Noma. Tíðarskeiðið, eg var har, lærdi eg veruliga at arbeiða, og hvat tað vil siga at arbeiða nógv, fortelur Áki, sum hevði ein arbeiðsdag frá klokkan seks um morgunin til á midnátt fimm dagar um vikuna.

- Á Noma er fult hús hvørt kvøld, eini 50 kokkar, og sostatt mást tú vera meira on, og tú hevur ótrúliga nógv at gera. Men tað dámar mær væl, sigur Áki.

Sambært Poul Andriasi, sum hevur roynt seg sum kokk á Geranium, kann føroyska matstovuvinnan læra nógv frá arbeiðshættunum á teimum heilt stóru matstovunum úti í heimi.

- Serliga er tað tann professionella tilgongdin til arbeiðið, sum vit í Føroyum kunnu vera meira tilvitað um. Á eini Michelin matstovu sum Geranium er alt toppprofessionelt – heilt frá arbeiðshættum og til hugburðin hjá starvsfólkunum til fakið, sigur Poul Andrias og heldur fram:

- Av tí at vit hava arbeiðsroyndir frá teimum heilt stóru matstovunum í Danmark, eru vit eisini vanir við at arbeiða undir trýsti, og at tað verða sett høg krøv til tað arbeiðið, vit gera.

Tað stóð honum annars í boðið nú at sleppa í læru sum tænari á Noma. Men hann valdi KOKS framm um Noma.

- Sum høvuðskokkur á KOKS fái eg eina størri avbjóðing, sleppi at vera skapandi og havi møguleika at gera mína ávirkan galdandi, sigur Poul Andrias.


Ongin kollvelting – fyri fyrst

Hóast nýggju høvuðskokkarnir á KOKS eru framsøknir og hava nógv hugskot í sambandi við menningina av matstovuni, skulu gestirnir ikki vænta tær heilt stóru broytingarnar í bræði.

- Í fyrstu atløgu skal alt toymið í køkinum á KOKS tosa saman um hvat tað er, vit kundu hugsað okkum at hildið fram við, og hvørjar broytingar, vit meta, eru neyðugar at gera. Sostatt skulu vit finna fram til ein nýggjan felags leist, men stórvegis broytingar fara ikki fram enn, sigur Poul Andrias, og Áki heldur fram:

- Eitt, sum vit hava tosað um, er, at vit kundu hugsað okkum, at arbeitt verður í einari vakt, og ikki við tveimum vaktum, soleiðis sum tað er nú. Við at hava eina vakt fáa gestirnir altíð somu heildarupplivingina, tá teir koma á KOKS, og tað, meta vit, er av stórum týdningi, sigur Áki.

Avbjóðingarnar næstu tíðina hjá høvuðskokkunum eru fleiri.

- Fyrst og fremst ræður tað um at hava eitt gott lið av fólki, sum starvast hjá okkum, at kunna halda upp á tey og ikki minst at fáa nýggj, góð fólk til, fortelur Poul Andrias.

- Ein onnur avbjóðing er at fáa gestir inn í matstovuna. Ikki tí, føroyingum tykjast at dáma støðugt betur at fara út at eta og eru eisini rættiliga tilvitaðir um góðan, forkunnugan mat, sigur Áki.

Fyri framman standa nógvir, langir arbeiðsdagar í køkinum á KOKS, har Áki og Poul Andrias koma at hava sína dagligu gongd. Ungu kokkarnir eru tó ikki bangnir fyri, at teir nú ikki fáa tíð til familju, vinfólk og alt tað, ið onnur 23 ára gomul takast við.

- Vit hava livað soleiðis í fleiri ár eftirhondini, og eru vanir við henda lívsstílin, sigur Poul Andrias, og Áki er skjótur at leggja afturat:

- Vit eru eitt rættiliga ungt toymi á Hotel Føroyum, so tað er altíð lívligt og stuttligt at vera til arbeiðis. Og so taka vit okkum eisini av og á tíð til at fara ein túr í býin, sigur Áki.


Áki um Poul Andrias:

- Poul Andrias er róligur, dugir væl at arbeiða og er ógvuliga kreativur. Harafturat dugir hann væl at hava ordan í tingunum


Poul Andrias um Áka:

- Áki er dugnaligur, kreativur og ein av teimum mest effektivu kokkunum, eg nakrantíð havi arbeitt saman við. Eisini er hann málrættaður, frískur og fittur at arbeiða saman við