Teir byggja brýr millum ymiskar málfatanir

Hann fekk ikki givið eina lítla russiska-føroyska orðabók út á almennum forlagi fyri 20 árum síðan, tí hon samsvaraði ikki við almennu málstevnuna. Tá Johnny Thomsen hevði gjørt orðabókina lidna, vendi hann sær til privata forlagið, Sprotan, hjá Jonhardi Mikkelsen. Hann gevur hana nú út, hóast hann ikki tekur undir við øllum innihaldinum, tí neyðugt er at byggja brýr millum ymsar málfatanir eftir aldarlangt málstríð, heldur hann

Uni Arge

Mikudagin 17. oktober beyð forlagið Sprotin til almenna móttøku á Hotel Føroyum. Stjórin á Sprotanum, Jon­hard Mikkelsen, hevði vænt­að, at 40-50 fólk møttu upp, tí høvuðs­navnið var hó­ast alt heimsgitni russiski rit­høv­und­­urin, Mikhail Sjisjkin. Tá avtornaði, komu 150 fólk á hotellið, og tá kvøld­ið var av, var ikki bara ein høvuðs­persónur. Har vóru tveir. Hin var Johnny Thom­sen, sum hevur týtt nýggju skald­søguna hjá Sjisj­kin, ”Bræva­bókina,” og haraftrat legði fram eina spildur­nýggja russiska-før­oyska orðabók við 58.479 leit­orð­um.
Søgan um orðabókina hjá Johnny Thomsen er drúgv, og burðurin hevur ver­ið tungur. Hon byrjar við, at hann gjørdi eina lítla skúlaútgávu av orðabókini fyri 20 árum síðan, sum al­ment forlag skuldi geva út. Tá orðabókin hevði verið til rætt­lestur, varð hon steðgað, tí hon samsvaraði ikki við almennu málstevnuna. Hetta harmaði Johnny almikið. Hann gavst tó ikki á hondum, og tá Mentamálaráðið í 2001 fór at veita starvslønir til orðabókagerð, søkti hann og fekk starvsløn í tilsamans fýra og eitt hálvt ár. Í 8-9 ár hevur hann baksast við orða­bókina, og nú er hon liðug.

Munur á orðabókum
Jonhard Mikkelsen hevur á Sprotanum givið út hund­rað­tals bøkur, og hann hev­ur eisini sjálvur gjørt orða­bøkur, eitt nú ensku-før­oysku orðabókina saman við Anfinni í Skála. Hesar orðabøkur eru normativar orðabøkur, sum merkir, at tær vísa, hvussu normurin í føroyskum er. Johnny Thom­sen hevur gjørt sína orðabók á ein heldur øðrvísi hátt. Hann gongur ta deskriptivu leiðina, sum merkir, at hann vísir, hvussu málið verður brúkt í talu og skrift. Eitt nú vísir hann á, at tá føroyingar tosa, siga teir ofta viss, men hann mælir russarum til at skriva um.
Spyrt tú Johnny Thom­sen, um hann er ímóti purismu, svarar hann, at tað er hann als ikki, um hon ger málið ríkari og smidligari. Men annars er hon óneyðug. Málið er so óendaliga ríkt, vísir hann á. Í mongum førum kunnu nýsmíðað orð væl brúkast, tí tey siga betur enn lænt orð, hvat tosað verður um. Sum dømi nevnir hann fuglafrøði. Ongin ivast í, hvat hetta merkir. Men tosar tú um ornitologi, fara mong at ivast. Upplagt er tí í eini týðing til almenningin at tosa um fuglafrøði. Bann­að er heldur ikki at skriva heimspekingur, men filosoffur situr minst líka væl og kann væl brúkast. Ofta veldst hetta um stílleguna í tí sagda, heldur hann.
– Føroyskt er serligt á tann hátt, at nógv av tí máli, vit brúka, er ikki í norm­skipanini. Vit brúka hvønn dag orð sum viss, betýða og forstanda, og ongin undrast á hetta. Tílík orð havi eg tikið við í orðabókina, men eg havi frámerkt, at hetta er nakað, vit bara siga á føroyskum og ikki skriva. Tí mæli eg til, at russarar skriva um, merkja og skilja, men teir fáa so at vita, hvussu vit ofta siga. Eg taki alt við, tí eg vil lýsa, hvussu málið er, sigur Johnny Thomsen.
Hann heldur, at munur er á, hvussu útlendingar kunnu brúka føroyskt við sínum mongu brigdum, og hvussu føroyingar sjálvir kunnu brúka málið. Útlendingar, sum læra málið á fyrsta sinni, skulu helst ikki blanda ov nógvar stíllegur saman, men halda seg til normin. Annars kann fløkja lættliga koma í. Føroyingar sjálvir kenna sítt mál so væl, at teir kunnu blanda stíllegurnar eftir tørvi og t.d. flyta talumál yvir í normativa skriftmálið, um hetta krevst.
– Eg kann nevna eitt orð sum bedrøviligt. Allir føroyingar kenna týdningin av orðinum, hóast tað ikki kann sigast at vera føroyskt. Tað er livandi og verður mangan brúkt við sínum serliga stílvirði. Eitt annað orð, sum heldur ikki kann sigast at vera føroyskt, er ordiligt. Hetta orðið er eisini livandi og hevur ein heilt annan týdning á føroyskum enn á donskum. Ver nú ordiligur, siga vit. Hetta siga bara føroyingar, og tað eiga vit at vísa á, sigur Johnny Thomsen.

Føroyskt er skeiklað
Jonhard Mikkelsen ásannar, at deskriptiva leiðin er ein leið, sum kann brúkast, men sjálvur heldur hann, at normativa leiðin er tann besta, tá orðabøkur skulu ger­ast. Siðvenja hevur ver­ið, at orðabøkur, undir­vís­ing­ar­tilfar og ein stórur partur av týddu verkunum hava verið skriv­að soleiðis, at tey hava verið málsliga fyrimyndarlig viðvíkjandi orðafeingi og orðalagi. Og hetta hevur sínar sera góðu grundir, minn­ir hann á.
– Eitt mál, sum er so undirstimbrað sum føroyskt, sýgur sær sjálvandi merg úr øðrum málum. Okkara málsliga boppa hevur verið danskt til alt, frá kirkjumáli til skúlabøkur, fjølmiðlar, undirhaldstilfar og nýtslu­veg­leiðingar. Sjálvandi ávirkar hetta føroyskt. Johnny brúkar úrslitið av hesi ávirkan og staðfestir, at so­leið­is hevur føroyskt nú lag­að seg eftir hesum trýsti, sig­ur Jonhard Mikkelsen.
Sárt hevur tó verið at síggja, heldur hann, hvussu føroyskt ikki menn­ist, men skeiklast av øllum teimum innlæntu orðu­num, ikki tí orð ikki finn­ast fyri øll hesi vanligu fyribrigd­ini á føroyskum, men tí føroyingar koma so lítið í samband við gott før­oyskt mál. Tað minsta, orða­bóka­smið­ir kunnu gera, er at geva fólki nakrar góðar fyrimyndir til setningar og orð á føroyskum, heldur hann.
– Vit hava arbeitt leingi við at fáa orðabókina hjá Johnny út, og vit hava brúkt nógvar pengar upp á hana, og í tí liggur viðurkenningin av hansara arbeiði. Eg síggi onki forgjørt í tí, hann ger. Hann er ein stak dugnaligur og arbeiðssamur málfrøðingur. Okkara ymsu áskoðanir skulu ikki skilja okkum. Tær eru bara ymiskar, og eftirhondini má vera pláss fyri fleiri málsligum áskoðanum, sigur Jonhard Mikkelsen.

Pláss fyri ymiskleika
Johnny Thomsen heldur ikki ymsu stíllegurnar í før­oyskum vera nakran trupul­leika. Tvørturímóti. Hann kallar seg altetandi á før­oyskum. Hann fegnast um at kunna brúka orð sum ljón, løva og leyva um sama fyri­brigdið. Í týðing síni av ”Bræva­bókini” hjá Mikhail Sjisjkin brúkar hann ljón, tá teksturin er hátíðarligur, men í einum føri, tá hann verður gerandisligur, brúkar hann orðið løva. Hesir møgu­leikar gera bara málið ríkari, heldur hann.
– Vit vóru 11 týðarar úr 11 ymsum londum á einum fundi, har vit umrøddu fortreytirnar at týða á ymsu málunum. Tá eg greiddi teimum frá, hvussu nógvar møguleikar føroyskt hevur, vórðu summir teirra heilt øvundsjukir, tí øll mál hava ikki hesar møguleikar. Eg fegnist um alt á føroyskum, international­ismur, serfør­oysk­ar danismur og purismu. Alt kann brúkast við rætta høv­ið. Tú skalt bara vera til­vit­að­ur um, hvat tú gert, og nær tú gert tað, sigur Johnny Thomsen.
Jonhard Mikkelsen vís­ir á, at allar tær fyrstu orða­bøkurnar vóru sjálvandi norma­tivar, tí fólk skuldu vita, hvussu hetta og hatta æt á føroyskum. Leingi vóru bara 2-3 orðabøkur at kaga í, men seinastu 10-15 árini er stillisliga farin fram ein kollvelting innan orða­bókagerð. Føroyingar hava nú tilsamans 12 orða­bøkur at leita í, tí orða­bøkur eru sprændar út á bóka­marknaðin og á netið, m.a. umvegis Sprotan.
– Vit kunnu saktans loyva okk­um at hava eitt sindur leysari teymar nú. Tann royndi orðabókabrúkarin fer ikki í baklás, tí hann fær eina ávísa týðing í eini orða­bók. Hann leitar og leitar í ymsum orðabókum, til hann finnur tað, hann skal brúka. Ein og hvør, sum ikki vil brúka bedrøviligur, fer bara í donsku-føroysku orðabókina og sær, at hann skal skriva syrgi­ligur. Tað tekur eitt sekund, sigur Jonhard Mikkel­sen.
Hann er sannførdur um, at neyðugt nú er at byggja brýr millum ymsu mál­fatanirnar. Í 32 ár hevur hann arbeitt við at byggja upp føroyskt, og stórverk eru komin burturúr. Kortini hava ósemjur altíð ligið sum ein knarrutur tóni undir øllum málsligum menningarstarvi, og tað, hann dugir at síggja, eru ósemjurnar í 2012 júst tær somu sum í 1900. Størri sigur kundu danskarar ikki havt vunnið á føroyingum, tí alt er tvíningum. Føroyingar eru altíð fyri og ímóti sær sjálvum.
– Eg havi stundum sjálvur verið við í hesum orrustum og givið ilt av mær, men glepsini tykjast onga aðra ávirkan at hava enn at býta fólk sundur. Hasa orrustuna brúki eg ikki tíð uppá longur. Nú verður øll mín orka brúkt til at fullfíggja mongu útgávurnar tøkniliga, so hvørt sum tøknin mennist. Hesi amboðini eru einasta vónin, ið er, fyri at føroyskt ikki skal fara fyri bakka. Kanska fer tað kortini, men amboðini geva eina vón, sigur Jonhard Mikkelsen.
– Tað sama sigi eg, leggur Johnny Thomsen aftrat. – Eg tími ikki at vera uppi í orrustunum meira, men vil heldur arbeiða konstruktivt við málinum.