Teir eru illa sperdir í Brøndby

Michael Laudrup fanst sunnudagin fyri fyrstu ferð at sínum monnum, sum hann heldur vera sinniliga niðri við nakkanum. Uppflytararnir úr Farum eru nú slopnir væl og virðiliga burtur úr botninum

SUPERLIGAN

At FCK hesa ferð einki stig fekk hevði við sær, at tað eftir tað sætta av 33 umførum í donsku landskappingini gjørdist meiri spennandi. AaB er nýtt oddalið, meðan tað gongur alt annað enn væl hjá Brøndby, sum annars hevur verið roknað sum næsti meistarabiðilin hjá FCK.
Hesa ferð átti Brøndby heimavøll ímóti Esbjerg. Gestirnir fóru væl nøgdir til hús. Tað eru ikki øll lið, sum kunnu rokna við at fáa 1?1 á Brøndby stadion. Javnleikurin hjá Esbjerg var uppiborin. Í 2. hálvleiki høvdu teir fatur á rætta endanum, og tað var avgjørt einki forgjørt í, at 20 ára gamli Jan Kristiansen javnaði. Í 1. hálvleiki skoraði annar av toppskjúttunum í Danmark síðsta ár, Peter Madsen, upp á brotsspark fyri Brøndby. Hetta var fyrsta málið hjá honum í hesum kappingarárinum. Hin toppskjúttin í fjør, Kasper Dalgas, tiltuskaði sær brotssparkið, sum tóktist vera sera ivasamt.
Michael Laudrup, Brøndby venjarin, er ein sannur gentlemaður, sum higartil hevur hildið hondina yvir sínum monnum. Hann hevur hvørja ferð hildið uppá, at teir hava spælt væl og verið óhepnir. Sunnudagin ásannaði hann, at liðið hjá honum hevði spælt illa. Laudrup helt, at Brøndby spælararnir tóktust vera sinniliga slitnir, eftir at Rosenborg mikukvøldið sendi teir úr europeisku meistarakappingini.
Lagið er altso ikki so gott í vestara útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum. Men norðanfyri Keypmannahavn eru teir beinleiðis kátir. Áskoðararnir eru framvegis ikki so nógvir í Farum, men teir munnu fara at koma, um úrtøkan støðugt verður so góð, sum hon hevur verið tær seinastu ferðirnar.
Hesa ferð vunnu teir 2?1 á OB. Fleiri ferðir fyrr í hesum kappingarárinum hevur Farum mist á stokkinum. Hesa ferð fingu teir sigursmálið, tá tað restaðu seks minuttir. Venjarin, Christian Andersen, plagar ikki at vera sparin við orala krútinum. Men hesa ferð var hann nóg eyðmjúkur til at ásanna, at Europa Cup dysturin hjá OB hóskvøldið, tá teir sendu finska MyPa úr kappingini, hevði hjálpt Farum. Teir í OB tóktst troyttir sunnudagin.

Eingin løn
Eisini uppflytararnir í Køge fingu fult hesa ferð. Teir høvdu leygardagin vitjan av AGF. Síðstu tíðina hava teir í Århus havt nógvan undanvind. Undan vikuskiftinum varð greitt, at teir nú hava keypt fyrrverandi danska landslliðsspælaran, Brian Steen Nielsen, sum í eitt ár hevur verið í Malmø FF. Men hann var ikki við í Køge leygardagin, har heimaliðið var mest sannførandi og vann 2?0.
Í Jyllandi var í Ikast grannauppgerð millum FCM og Silkeborg. Vandi kundi havt verið fyri, at teir á heimaliðnum vóru troyttir eftir Europa Cup dystin hóskvøldið, men tað bilti ikki. FCM vann 2?0.
Silkeborg liggur eitt sindur tungt í sjónum, og nú sigst, at spælararnir eiga løn til góða hjá felagnum. Tað er ongantíð nakað serligt tekin, tá arbeiðsgevarin ikki megnar at rinda tað, sum hann hevur skrivað undir uppá, at hann skal gera.
Teir í høvuðsstaðarfelagnum AB vóru í Viborg. Heimaliðið hevði ikki vunnið í teimum fyrstu fimm landskappingardystunum, men hesa ferð bragdaði. Viborg vann 2?1.