Teir gomlu settu futt í

Fólk stóðu sum sild í tunnu í Miðlahúsinum í Vágsbotni seinasta, har tey vóru komin at ynskja góðu, gomlu Ad Libitum vælkomnum aftur á tónleikapallin.
Ad Libitum varð ógvuliga kent og vælumtókt hugna-orkestur í sjeyti og nakað upp í áttatiárini, men nú er langt ímillum at teir eru á palli og alment hava teir ikki spælt í Havn í fleiri ár.
Men spælihugurin og spæligleðin letur seg ikki kúgað og fríggjakvøldið vóru teir á aftur á palli fyri almenninginum í Havn.
Karmurin um hesa forkunnugu konsert var Miðlahúsið í Vágsbotni. Og heilt gloymdir eru teir í hvussu so er ikki, tí har vóru ikki færri enn 130 fólk samankomin at lýða á og tað er meiri enn fult hús.
Fylla í eitt tómrúm
Og tey fingu tað, tey komu eftir: Vælspældan, hugnaligan og friðaligan tónleik.
Tað stóð nostalgi, fyri ikki at siga sentimentalitetur, ritað í andlitið á mannfjøldini og fólk sótu sum undir lestri tá ið hesir garvaðu tónleikararnir vístu síni kynstur.
Ad-Libitum spælir lættan, klassiskan tónleik og "evergreens" og tað er ikki júst tað, sum eyðkennir føroyska tónleikapallin í hesum døgum.
Men at heisini hesin tónleikurin hevur sín tilverurætt hjá eini stórari fjøld, var hendan konsertin eitt dømi um.
? Tað verður ofta sagt, at tað er so lítið fyri tey ungu. men eg haldi heldur ikki, at tað er serliga nógv fyri okkum, sum eru farin um tey fimti og seksti, sigur hann.
Her heldur hann, at Ad Libitum fyllir eitt tómrúm.
Í gomlum døgum hevði Ad-Libitum mangan hin frálíka vísusangaran, Hermann Jacobsen, sála, at hjálpa sær, men á konsertini í Miðlahúsinum var tað eitt annað kent navn í føroysku undirhaldsverðini, sum stuðlaði uppundir, nevniliga Robert McBirnie, sum sang fleiri sangir, har Ad libitum spældi undir.
Og fyri at seta seinasta kryddið á konsertina, hevði Robert fingið Jógvan Dahl at taka nakrar gamlarar travarar saman við sær.
Ein av oddamonnunum í Ad-Libitum, Thomas Michael Smith, sigur, at dreymurin um at gera eina fløgu er farin at spøkja aftur í bólkinum.
Teir hava fitt av tilfarið upptøkum liggjandi, so kanska fáa teir tikið sær um reiggj at geva fløguna út. Men um tað verður, og nær, hevur hann als onki boð uppá beint nú.
Men tað er greitt, at konsertin í Miðlahúsinum vísti, at tað er ein ávísur áhugi fyri hesum tónleikinum, vit spæla og tað hevur avgjørt eggjat til at gera fløguna, leggur hann afturat.
Hann sigur, at yvirhøvur merkja teir, at teir eru langt frá gloymdir, tí tað kemur meiri enn so fyri, at teir verða bidnir at spæla.
Eftir konsertina í Miðlahúsinum var tað eisini ein, sum spurdi, um vit vóru upptiknir í alt summar. So galið er tað ikki, tí tað er lættari sagt enn gjørt at samla orkestrið.
? Vit eru allir komnir upp í árini og tað er ikki so lætt at savna truppin, tí tað er verri enn so altíð, at allir hava tíð ísetnn. Tað er eisini ein orsøk til, at tað er so langt ímillum at vit spæla og at vit ikki fáa langt ætlanir fram í tíðina, sigur Thomas Michael Smith.
Hann leggur afturat, at hjá teimum er tað eitt hugnaligt frítíðarítriv burturav, so tað skal ikki vera ov bundið.
Annars heldur hann, at Miðlahúsið í Vágsbotni er eitt sera væl hóskandi høli til smærri tiltøk, sum hesi, tí tað er nossligt og avbera hugnaligt inni.
Hann sigur eisini, at ljóðið í hølunum er sera gott.
? Á konsertini seinasta fríggjakvøld høvdu við nakrar tøkniligar trupulleikar í fyrstuni, so vit spældu eini tvey løg, uttan nakra sum helst elektriska styrki yvirhøvur og tað hoyrdist fínt.
Teir, sum manna Ad Libitum, eru: Thomas Michael Smith, Svenn Brimheim, Hans Chr. Clementsen, Heðin Thomsen og Fróði Sandoy. Annars plagar Kolbein Simonsen eisini at hjálpa til við bassinum viðhvørt.
Tónleikur við hvíld í
Eisini áhoyrararnir vóru stak væl nøgdir. Nøkur, vit tosaðu við søgdu á, at hetta er, sum teimum dámar Ad Libitum..
? Tað er ordiliga deiligur tónleikur. Hetta er tónleikur, sum fellur sera væl í oyrað og tað er rættilig hvíld í at sita og lurta eftir teimum, segði ein áhoyrari eftir konsertini.
? Hetta er tónleikur, sum hevur ógvuliga jaliga ávirkan á áhoyrararnar, varð lagt afturat.
Áhoyrarunum dáma eisini rættiliga væl Miðlahúsið til smærri konsertir.
? Tað er hugnaligt inni og og tað vísir seg at ljóða gott inni, hóast tað ikki er so nógvur streymur á ljóðførunum, søgdu áhoyrarar eftir konsertina.