Teir hvítu takkaðu fyri gávurnar

Í tættari uppgerð eydnaðist tað oddaliðnum at vinna fulla úrtøku á Toftum, har heimaliðið ongantíð kom seg yvir bíligu málini, sum í 1. hálvleiki vórðu givin gestunum

B68 venjarin, Bill Jacobsen, var ikki so langt undan dystarbyrjan í gjár noyddur at skifta málverja. Orsøkin var tann, at Tórður Thomsen, sum higartil í ár hevur verið fastur maður í B68 mál­inum, gav avboð.
Nýggjur maður á uriaspost­inum millum stólparnar var 21 ára gamli Petur Meinhard Magnussen, sum hevur vart málið á næstbesta liðnum hjá toftamonnum seinastu árini, og sum fimm ferðir áður hevur verið málmaður á besta liðnum – tvær ferðir í 2009 og tríggjar ferðir í 2010.
Petur Meinhard er evnaríkur málverji, og mest sum alla tíðina røkti hann nýggju ódnina soleiðis, sum tað kann roknast við. Men í tveimum førum í 1. hálvleiki var hann óheppin, eftir at bólturin varð skotin innfyri, og tað bar við sær, at mótbrekkan gjørdist rættuliga brøtt hjá heimaliðnum, hóast talan ikki var um so stóran mun úti á vøllinum.
Fyrra ferðin var, tá ið eitt korter var farið, og miðvallarin Súni Olsen setti bóltin í málið við høvdinum, og eitt korter seinni var tað vongverjin í vinstru, Símun Joensen, sum eftir innlegg úr høgru setti krúllin undir bóltin og harvið skoraði fyri sjeyndu ferð í ársins landskapping.

Reistu seg tvær ferðir
At væl samanspælda oddaliðið eftir ein hálvan tíma var framman­fyri við tveimum málum tóktist geva B36 monnunum tað yvir­skotið og sjálvsálitið, sum vinn­arar ofta hava. At tað hevði gingið teimum ímóti í máltalinum, hóast býtið av málmøguleikum ikki hevði verið so ójavnt, fekk ikki heimamenninar at geva skarvin yvir, og stutt undan hvíld­ini fingu teir tað skumpið, sum skuldi til fyri at steðgurin kundi brúkast at fáa nýtt lív í aftur og sjálvsálitið, sum er so neyð­ugt og týdningarmikið.
Eftir frísparksinnlegg frá André Olsen gjørdist Ndende, sum hesa ferð var framrættaður mið­­vallari, leysur í málteiginum. Hann sendi bóltin í málið aftan­fyri Meinhard Joensen, og har­við var tað aftur spennandi.
Eftir steðgin var intensiteturin stórur, men uppløgdu málmøgu­leikarnir vóru ikki so nógvir. B36 er væl skipað. Alt árið hava teir spælt við somu verju, og tað sæst aftur í, at hon er væl skipað og samanspæld. Á miðvøllinum hava teir ráð til at geva lands­liðs­spælarum loyvi at hvíla seg. Hesa ferð var smáskaddi Atli Danielsen á beinkinum alla tíðina, og Ingi Højsted varð settur á vøllin í 2. hálvleiki.
Tá ið seks minuttir restaðu tóktist tað sum um, at luftin varð tikin úr. Miðverjin Jonas Flint Rasmussen setti bóltin í B68 málið og økti harvið um B36 leiðsluna til 3-1. Málið stóðst eftir hornasparksstøðu, sum tofta­menn í fyrstu atløgu byrgdu upp­fyri. Bólturin varð skotin innfyri aftur, og heimamenninir vóru alt annað enn blíðir við dómaran, tá ið hann hevði góðkent málið.
– Tað kemur sjáldan fyri, at dómarin ikki sær so ógvusligt fríspark, vildi B68 venjarin Bill Jacobsen vera við, og hann sipaði til, at Ndende varð skumpaður í ryggin av vandamikla álops­spæl­aranum Lukasz Cieslewicz.
Í evstu løtu svaraði B68 aftur, tá ið innskifti Jónleif Højgaard setti bóltin í málið. B68 tveitti alt fram, og tað var onkur vandamikil støða, men tað var ikki nóg mikið. B36 ferðaliðið fór av Svangaskarði við øllum stigunum og við kós ímóti høvuðsstaðnum og eisini FM heitinum.
Á B68 liðnum vóru ellivu spæl­arar, sum eru uppvaksnir í Tofta Ítróttarfelag. Tað átti at borgað fyri góðari framtíð. Um hon verður í bestu deildini fæst greiða ivaleyst á, tá ið B68 hevur spælt ímóti B71, KÍ, ÍF og 07 Vestur!

Næstu vikurnar avgerandi
B68 venjarin, Bill Jacobsen, var vónbrotin av, at tað ikki hevði eydnast hansara monnum at vinna stig ímóti oddaliðnum.
– Í 2. hálvleiki fóru vit fram, og høvdu vit havt eydnuna við okkum, so kundu vit havt vunnið, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Mikukvøldið taptu vit stórt ímóti Víkingi, sum spældi væl og hølvaði okkum av. Nú taptu vit ímóti B36, sum ikki spældi væl, men sum kortini er oddalið.

Og nú?
– Vit arbeiða við at spæla ungt lið saman. Í fyrstu atløgu ræður tað um at tryggja plássið í deildini. Um tað skal eydnast valdast úrs­litini næstu vikurnar. Nú skulu vit til Sands, og vit mugu suður at arbeiða hart fyri søkini.
Vit spæla hvørja ferð fyri at vinna
B36 venjarin, Mikkjal Thomassen, var sum rímuligt er væl nøgdur við úrtøkuna á Toftum. Hann ásannaði at tey bæði fyrstu málini vóru bílig, men tey bíligu málini telja eisini, og tey eru serliga kærkomin, tá ið umstøðurnar at spæla fótbólt ikki eru góðar. Tað eru tær ikki á turra undirlagnum á Svangaskarði.
– Í steðinum tosaðu vit um, at tað var vandamikið, tá ið miðverjin Christian Stokholm førdi bóltin fram. Vit avráddu at byrgja betri upp fyri hesum, og tað eyndðist.
Sunnudagin verður EB/Streymur gestur í Gundadali. Teir í Sundalagnum ríða á aldu­kamb­inum, men B36 venjarin ætlar ikki, at hansara menn skulu dyrgja eftir einum stigi.
– Okkara konsept er soleiðis, at vit hvørja ferð spæla fyri at vinna øll stigini. EB/Streymur er væl fyri, men vit halda okkum hava góðan møguleika at vinna ímóti teimum, og tað vit fara eftir øllum stigunum, segði Mikkjal Thomassen, sum fegnaðist yvir, at breiddin í álopsspælinum er stór, og at tað eitt nú sæst aftur í, at vinstri vongverjin aftur skoraði hesa ferð og nú hevur skorað sjey mál í landskappingini.