Teir sjómenn sum eru ringast fyri mugu fáa størsta skattalættan

Hetta er ótrúliga órættvíst. Og skal uppskotið um skattalætta til fiskimenn brúkast til útgangsstøði, fara vit at seta tríggjar treytir, sum fara at gera tað rættvísari. Fjórða treytin verður, at tey lágløntu á landið eisini fáa ein skattalætta

 

 

 

Javnaðarflokkurin fer ikki uttan víðari at taka undir við uppskotinum um skattalætta til fiskimenn.

­ Men skal uppskotið brúkast sum eitt útgangsstøðið, fara vit at seta fram fleiri treytir.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins sigur, at flokkurin hevur mangan víst í verki, at hann unnar fiskimonnum so góð kor sum møguligt.

Men hann er kortini sera ivasamur at veita fiskimonnum skattalætta eftir uppskotinum hjá landsstýrinum.

­ Fyri tað fyrsta er uppskotið ótrúliga órættvíst ímóti teimum fiskimonnum, sum forvinna minst, og sostatt hava mest brúk fyri skattalættanum

­ Og harafturat fara vit at krevja, at láglønarbólkarnir á landi verða tiknir uppí.

Tá ið málið um skattalætta til fiskimenn var til viðgerðar í tinginum mánadagin segði Jóannes Eidesgaard, at hetta var ein nýggj, og ikki vandaleys, kós í skattapolitikkinum.

­ Í hesum føri er ikki ætlanin at lata skattalætta eftir føroysku fíggjarorkuni, men eftir fíggjarorkuni hjá okkara grannalondum og tað er skeivt, segði Jóannes Eidesgaard.

­ Serliga vandamikið er hetta um grannin er fíggjarliga sterkur, og um tann bólkur, tað snýr seg um, hevur ein annan týdning í grannalondunum, enn hann hevur hjá okkum.

­ Noreg er eitt av heimsins ríkastu londum. Og fiskivinnan í Noregi hevur ikki nær og námind tann týdning fyri norska samfelagið, sum okkara fiskivinna hevur fyri tað føroyska.

­  Harnæst er fiskivinnan í Noregi bara ein trupulleiki í einum ávísum parti í Noregi, nevniliga Norðurnoregi.

­Annars frættist úr Noregi, at nýggja miðstjórnin ætlar at taka serliga fiskimannaskattin av, legði Jóannes Eidesgaard afturat.

Hann segði, at teir føroyingar, sum vóru farnir til Noregs vóru farnir av tveimum orsøkum

­Summir eru farnir av tí at teir ikki fingu kans við føroyskum skipum. Men serliga eru teir farnir av tí at teir verða nógv lagaligari skattaðir í Noregi, og tí fáa teir meiri burturúr.

Hann roknaði ikki við, at tann seinni bólkurin fæst heimaftur fyri tað um hetta uppskotið verður samtykt, tí fiskimenn í Noregi fara framvegis at verða nógv lagaligari skattaðir.


Tað verður eitt upptak

Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini samgonguna um, at tað fór at enda galið, hildu tey ikki uppat at gjara út og at yvirbjóða hvønn annan fyri at fiska atkvøður.

­ Anfinn Kallsberg heldur, at tað, sum fiskimenn fáa í skattalætta, fer til forbrúk og tað fer at geva landskassanum meiri inntøkur í mvg.

­ Hetta sigur hann ímeðan handilsjavnin versnar so skjótt, at tað verður ikki longi til tað verður undirskot á honum.

­Tí átti Anfinn Kallsberg heldur at havt eitt vakið eyga við forbrúkinum.

­ Tað er løgið at hugsa sær, at í Danmark hevur akkurát verið hart, politiskt stríð um at tálma nýtsluna.

Men í Føroyum verður ikki latið um vón.

Hann vísti á, at ætlaði skattalættin fer at kosta landskassanum 28 miljónir, og hann spurdi fíggjarmálaráðharran, hvussu hann hevði hugsað sær, at landskassin skuldi sleppa burturúr tí.

­ Vit hava bundið okkum til at hava yvirskot á fíggjarlógini í 1998. Og soleiðis, sum landið nú liggur, restar nógv í, enntá á pappírinum. ­ Og tá havi eg ikki tikið íløgur í undirsjóvartunnil við, segði Jóannes Eidesgaard.

Hann minti eisini á, at samstundis, sum vit tosa um skattalætta og undirsjóvartunnil, er stór kreppa í heilsuverkinum. Tey gomlu fáa ikki neyðugu røktina og tey sálarliga veiku verða rikin á dyr.

Jóannes Eidesgaard segði, at tað er eitt stórt vónbrot hjá nógvum at síggja, hvussu ótrúliga lint, landsstýrið hevur verið, síðani fólkaflokkurin kom uppí.

­ Stutt sagt hevur fíggjarpolitikkurin ikki verið annað enn ein endaleysur streymur av útgjaringum. ­ Og nú tykist sum um tingmenninir eisini eru farin uppí eina kapping um at yvirbjóða hvønn annan.

­ Eitt er í hvussu so er greitt: Hvør tað enn verður, sum tekur yvir í Tinganesi aftaná hetta stýrið, koma tey undir eitt fíggjarligt upptak av eini aðrari verð. Tí sum nú er, rennur línan bara út, segði Jóannes Eidesgaard.


Eykabyrða uppá 14 miljónir

Hann nevndi eisini truplu støðuna, kommunurnar koma í.

­Hvussu hevur landsstýrið hugsað sær, at kommunurnar, og serliga tær við 23% í kommunuskatti, skulu klára eykabyrðuna uppá 14 miljónir, sum tær missa um fiskimenn fáa skattalættan.

Harafturat hava tær fingið eina eykabyrðu uppá fimm miljónirnar, av tí at teirra partur av barnaansingini er dýrkaður.

­ Kommunurnar hava akkurát lagt fíggjarætlanina fyri komandi ár, og ásett skattaprosentið. So tað fer at tátta í hjá nógvum kommununum.

­ Tað skal vera løgið um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í kommunumálum yvirhøvur tosa saman. Og gera teir tað, er støðan uppaftur løgnri.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er sum um vit eru farin frá at hava eitt landsstýrið, sum tók avgerðir í felag, til at hava seks ella sjey sjálvstøðug landsstýri, har ið hvør ikki veit av øðrum.

­ Tað var so ikki ætlanin við nýggju stýrisskipanarlógini, skoytti hann uppí.


Órættvísur skattalætti

Tað, sum Jóannes Eidesgaard serliga hevur ímóti hesum uppskotinum um skattalætta, er, at tað er sera órættvíst.

Eftir uppskotinum, verða fiskimenn skattaðir av 85% av inntøkuni.

Tvs, at ein sum forvinnur 100.000 krónur verður skattaður av 85.000 krónum Ein, sum forvinnur eina miljón, verður bara skattaður av 850.000, og tann, sum forvinnur tvær miljónir, verður bara skattaður av 1,7 miljón, tvs, at hann fær 300.000 krónur óskerdar í lumman.

­ Júst hetta er sera órættvíst, og vit kunnu als ikki taka undir við einum slíkum uppskoti, uttan at seta eitt hámark á.

­ Tað er eisini ein stórur bági í uppskotinum, at teir, sum fáa partar av inntøkuni úr lønjavningargrunninum verða við skerdan lut, tí inntøkur frá lønjavningargrunninum eru ikki umfataðar av skattalættanum.

Somuleiðis fýltist Jóannes Eidesgaard á, at eisini útróðrarflotin er fyri skerdan lut í hesum sambandi.

­ At teirra inntøkutrygd samstundis verður munandi skerd, styrkir tann varhuga, vit hava av, at landsstýrið ætlar heilt at halda útróðrarflotan uttanfyri.


Seta kílar ímillum

Jóannes Eidesgaard segði, at enn einaferð hevur tað eydnast fólkaflokkinum at seta kílar ímillum ymsar samfelagsbólkar

­ Í hesum føri hevur tað eydnast teimum at seta verkafólk upp ímóti fiskimonnum.

­ Hetta er ein ótrúliga ódámligur, politiskur arbeiðsháttur.

At so fiskimálaráðharrin samstundis hóttir við at seta tiltøk í verk ímóti teimum feløgum, sum ætla sær at mótmæla, ger bara støðuna enn verri.


Krevja hýrurnar niður

Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini fiskimenn um, at hesin skattalættin fór neyvan at verða ókeypis.

Hann minti á kongstanka fólkafloksins um at seta lønirnar niður.

­Beint nú er tosið um lønarniðurskurð ikki so nógv frammi.

­ Men eingin skal ivast eina løtu í, at ætlanin at seta lønirnar niður er ikki slept.

Hetta er dulda endamál fólkafloksins, sum hann fer at draga fram, táið skattalættin er samtyktur.

­ Tá skulu manningarfeløgini vita, at reiðararnir fara at krevja, at hýrurnar verða settar niður.

­ Møguliga fer fiskimannafelagið at klára frísak, men yvirmannafeløgini klára tað neyvan.


Vit seta fýra treytir

Jóannes Eidesgaard sigur, at skal uppskotið hjá landsstýrinum brúkast sum útgangstøði fer Javnaðarflokkurin at seta ymsar treytir:

1: Loft, ella hámark skal setast á, so at inntøkur yvir eitt ávíst krónutal, fáa ikki skattalætta.

2: Skattalættin skal eisini fevna um inntøkur frá lønjavningargrunninum so at tær lágu inntøkurnar hjá fiskimonnum, og serliga hjá útróðrarmonnum, fáa ágóðan.

3: Skattalættin skal verða progressivur, so at tær lágu inntøkurnar fáa størsta lættan, men at lættin minkar so líðandi, til hann at enda heilt fellur burtur, táið komið er uppundir hámarkið.

4: tey skattligu viðurskiftini hjá teimum lágløntu, tímaløntu á landi skulu takast við. Tað ber snøgt sagt ikki til, at ein bólkur í samfelagnum skal fáa skattalætta, sum mangan er hægri, enn øll lønarinntøkan hjá teimum, sum arbeiða á landi.

­ Hetta má takast við. Alt annað er ósømiligt. Tí hesi hava hóast alt verið her øll kreppuárini, við teimum óhepnu avleiðingum, tað annars hevur havt.


Eitt sindur av skattalættanum til pensjón

At kom Jóannes Eidesgaard við einum uppskoti, sum hann bað fiskimenn hugsa um.

Hann vísti á, at tá ið tað kemur til pensjónsviðurskifti eru fiskimenn serstakliga illa fyri, serliga tí tað mangan er neyðugt at gevast í hampiliga góðum árum.

Tí kundi tað verið vert at umhugsa, serliga hjá fiskimannafelagnum, og hinum manningarfeløgunum, um tað ikki var eitt hugskot at sett ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn, so tað ikki fór til forbrúk, men til eina pensjón.

Hann heldur, at politiskt átti hetta hugskot at fingið nakrar tankar, hóast talan var um eitt fakfelagsmál.

Annars mælti hann esini til at brúkt Ísland og Danmark sum fyrimynd.

­ Tað kundi verðið gjørt við at latið fiskimonnum eitt fast gjald fyri hvønn mynstraðan dag.


Fáa ikki tíð

Annars fýltist hann á, at tingmenn fáa so lítla tíð at viðgera málið so nágreiniliga, sum tað hevur uppiborið.

­ Tað ringasta, sum kann henda, er at samgongan fer at trumfa málið óviðgjørt ígjøgnum tingið. Tí tá verður neyðugt hjá øðrum at koma afturum aftur, sigur Jóannes Eidesgaard.