-Teir vildu meir enn vit

Vit fingu eisini orðið á Jón Ludvig hjá Neistanum eftir dystin. Hann var sera skuffaður, men ásannaði, at sigurin hjá hoyvíkingum var uppiborin.
- Teir vildu stutt sagt meir henda dagin. Teir vóru meir ágangandi enn vit, og so megna vit slett ikki at steðga teimum í verjuni. Eg haldi, at H71 dugir væl at straffa okkum í hesum dystinum, og hyggja vit yvir allan dystin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta var snøgt sagt ein vánaligur dystur frá okkara síðu. Nú er bara at koma víðari, og ein sigur er krav í næsta dystinum.