Teis og Peter vunnu á Niklas

Granna- og føroyingauppgerðin millum Skovbakken og Aarhus endaði við teprum sigri til Aarhus

Í kvøld var granna- og føroyingauppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í Vejlby-Risskov høllini tóku Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í IK Skovbakken móti Peter Krogh, Teis Horn Rasmussen og liðfeløgunum í Aarhus HC.

 

Aarhus HC vann ein tepran 31-29 sigur. Í steðginum var Aarhus á odda 15-14. Tá 45 minuttir vóru farnir av dystinum eydnaðist tað Skovbakken at koma upp á javnleik 24-24, men heimaliðið var ongantíð á odda í dystinum.

 

Niklas skoraði eitt mál fyri Skovbakken, og Teis skoraði fýra mál fyri Aarhus. 

 

Aarhus er nummar seks í deildini við 23 stigum. Skovbakken er fjórðaftast í deildini við 10 stigum. 

 

Sunnudagin klokkan 16.30 tekur Aarhus móti Grindsted á heimavølli. Sama dag klokkan 15 spælir Skovbakken eisini heimadyst móti Skive.