Teivan leggur Kina undir at blanda seg í valið

Ein høgur kinesiskur leiðari hevði sambært teivanskum upplýsingum fyrst í desember ein fund um »samskipan« av stjórnarátøkum fyri at ávirka komandi valið í Teivan.

 

Teivanskir myndugleikar meta fundum sum uppíblanding í valið í Teivan.

Teivan hevur ávarað um, at kinesiska stjórnin roynir at ávirka veljarar í Teivan at velja valevni, sum vilja hava tættari bond til Kina, fram ímóti valinum í Teivan 13. januar.

13. januar er bæði val til forsetaembætið og til lóggevandi tingið á oynni. Valið verður, meðan Kina økir politiska trýstið fyri at royna at tvinga oynna, sum er stýrd fólkaræðisliga, at góðtaka kinesiskt yvirveldi.

/ritzau/Reuters