Teldan var sum eitt spælipláss...

... har eg kundi pilka við ljóðbylgjur og skapa ljóðmyndir

Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:

 

– Eg byrjaði at fáast við tónleik sum 18 ára gamal, og við tíðini bleiv eg meira og meira áugaður í ljóði sum heild. Teldan var sum eitt spælipláss, har eg kundi pilka við ljóðbylgjur og skapa ljóðmyndir. Eg fann skjótt út av, at eg í framtíðini vildi arbeiða við ljóði, og tað bleiv so sum ljóðsniðgevi, eg vildi royna meg, sigur Heini Holm Johannesen, ið lesur til ljóðsniðgeva á Sonic College í Kolding

 

Hendrik Jacobsen

 

25 ára gamli Heini Holm Johannesen lesur til ljóðsniðgeva á Sonic College í Kolding í Danmark. Sonic College er einasti útbúgvingarstovnur í danska kongaríkinum, ið bjóðar slíka útbúgving út, og upptøkuroyndin at koma inn á útbúgvingina er sera drúgv. Nú Heini innan leingi er liðugur við útbúgvingina, er hann komnin heim til Havnar í starvslæru hjá KVF.

 

Teldan sum eitt spælipláss

 

Heini Holm Johannesen hevur altíð elskað tónleik, men tá hann byrjaði at framleiða tónleik á teldu síni, vaks áhugi hansara fyri ljóði og fevndi brádliga ikki longur bert um tónleikin. Hann fekk eyguni upp fyri sniðgeving av ljóði uppá mátar, hann ikki hevði hugsað um fyrr.

 

- Eg byrjaði at fáast við tónleik sum 18 ára gamal, men við tíðini bleiv eg meira og meira áhugaður í ljóði sum heild. Teldan var sum eitt spælipláss, har eg kundi pilka við ljóðbylgjur og skapa ljóðmyndir – serliga tey fyrstu árini, tá eg einki visti um at arbeiða við ljóði. Eg fann skjótt út av, at eg í framtíðini vildi arbeiða við ljóði, og tað bleiv so sum ljóðsniðgevi, eg vildi royna meg, sigur Heini.

 

Á Sonic College eru sera góðar umstøður og allir viðkomandi hentleikar at útbúgva seg til ljóðsniðgeva. Eisini eru góðir møguleikar at møta øðrum í ljóðvinnuni – bæði úr Danmark, men eisini heimskend ljóðfólk úr útlondum.

 

- Vit hava eitt, sum eitur Sonic Days eina ferð um árið, har fyritøkur, ljóðblandarar, frumbandarar og ljóðsniðgevar úr øllum heiminum koma saman í Kolding. Har kanst tú møta ljóðfólki og frumbandarum hjá heimskendum tónleikarum. Eisini hoyrir tú um nýggjastu hentleikar, hátalarar, mikrofonir og annað innan ljóðverðina, fortelur Heini. Millum annað sigur hann, at heimskendi amerikanski frumbandarin, Michael Romanowski, ið hevur vunnið seks Grammy-virðislønir og frumbadað fyri millum annað Earth, Wind & Fire, hevur verið á lærda háskúlanum á vitjan og lært frá sær.

 

Ein útbúgving, ið gevur nógvar møguleikar

 

Heini Holm Johannesen byrjaði á Sonic College eftir summarið 2023 og er harvið skjótt liðugur við útbúgvingina. Við einari útbúgving sum ljóðsniðgevi hevur tú sera nógvir møguleikar.

 

- Útbúgvingin er fyri øll, sum vilja arbeiða við ljóði. Um tað so er innan film, tónleik, ella hvat tað skuldi verið. Tú lærir alt, ið lærast kann um at arbeiða við ljóði. Bæði við mikrofonum og forritum, sigur Heini.

 

Hóast tey flestu, ið velja at søkja um at sleppa á útbúgvingina, hava røtur í tónleiki eins og Heini, læra tey nógv annað enn at gera tónleik.

 

- Vit læra um at gera poddvørp, sjónvarpsrøðir, heimildarfilmar, hvussu tú sigur eina søgu við ljóði, og hvussu ljóð kann styrkja ein boðskap. Eisini hava vit havt lærugreinar í at gera ljóð til film og teknifilm. Í filmi er eftirframleiðsla (á enskum: post-production) ein stórur partur av arbeiðinum. Tað er millum annað at ljóðblanda eina samrøðu millum tveir persónar í einum filmi ella at eftigera ljóð, sigur Heini. Hann leggur aftrat, at eftirframleiðsla í teknifilmi millum annað kann vera at brúka blaðsellarí at eftirgera ljóð av beinum, ið knekka, ella eina troyggju at eftirgera ljóðið av einum eldsloga. Tað er sera stuttligt at gera ljóð á hendan hátt, heldur Heini.

 

Drúgv upptøkuroynd

 

At sleppa inn á útbúgvingina sum ljóðsniðgevi á Sonic College er ikki bara sum at siga tað. Hon er nevnliga í fleiri umførum, fortelur Heini. Bæði yvir netið og í Kolding.

 

- Fyrst sendir tú eina umsókn, har tú greiðir frá, hví tú vilt inn á útbúgvingina. Haraftrat viðheftir tú tvey verk: Eitt, har tú hevur gjørt alt verkið sjálvur, og eitt, har tú hevur arbeitt við øðrum, sigur Heini. Eitt verk, kann til dømis vera eitt lag, eitt poddvarp ella ein filmur, tú hevur gjørt ella verið við til at gjørt, sigur Heini. Hetta fyri at vísa, hvørjar eginleikar innan ljóðsniðgeving tú hevur frammanundan.

 

- Síðani fært tú svar, um tú sleppur víðari til næsta umfar ella ikki. Sleppur tú tað, fært tú 72 tímar at gera ljóð til tilfar, sum verður sent til tín. Eg fekk ein forfilm til eitt telduspæl, sum eg skuldi leggja ljóð til. Eg mestsum stongdi meg sjálvan inni á kamarinum tey trý samdøgrini fyri at savna meg um uppgávuna, sigur Heini.

 

Eftir hetta er eitt umfar eftir.

 

- Síðani møtir tú upp í Kolding til eina samrøðu. Har verður tú kannaður, hvussu nógv tú veitst um ljóðframleiðslu og tónleik. Eftirfylgjandi skalt tú saman við øðrum, ið eru til upptøkuroyndina, loysa eina uppgávu. Bólkurin hjá mær fekk til uppgávu at seta ljóðinnleggingar upp í einari lund. Vit fingu spælipássið í lundini at geva ljóð frá sær, og í einum gróðursettum øki fjaldu vit hátalarar í trøkrúnum og setti knøttar upp. So kundu vitjandi í lunduni við at trýsta á ein knøtt umskapa økið, so tað ljóðaði sum ein skógur í Alaska í kavaroki ella sum ein lívligur regnskógur í Suðuramerika.

 

At enda er ein síðsta samrøða, áðrenn tú fært at vita, um tú ert sloppin inn, sigur Heini.

 

Heim til Føroya í starvslæru

 

Sum liður í útbúgvingini er krav at fara í starvslæru. Starvslæran kann vera millum fýra og seks mánaðir, og tú sleppur at søkja starvslæruplássið sjálvur. Heini gjørdi skjótt av og valdi at søkja starvslærupláss hjá KVF heima í Føroyum.

 

- Eitt er, at mær leingist heim til Føroya. KVF er haraftrat ein stórur stovnur, har tú kanst arbeiða við øgiliga ymsum uppgávum innan ljóð. Tað kann vera at upptaka ljóð til konsertir til dømis í Norðurlandahúsinum ella at gera sjónvarpssendingar. Tað kann eisini vera at sita í upptøkustovu og gera útvarp ella gera tónleik til sjónvarps- og útvarpssendingar. Øllum hesum kanst tú arbeiða við á einum og sama stovni, sigur Heini og leggur aftrat, at hann í KVF fær nógvar spennandi royndir.

 

- Fyrsta uppgávan hjá mær var at hjálpa til við nýggjárskonsertini í Norðurlandahúsinum saman við einum ljóðtøkningi hjá KVF. Vit settu 100 mikrofonir upp til Symfoniorkestrið og ljóðblandaðu konsertina. Um onkur var galið við einari mikrofon ella einum kaðali, rann eg út á pallin og fekk skil á. Eisini havi eg hjálpt til við upptøkum og eftirframleiðslu í sendingum sum Hoydalar og Kakumiks og fingið innlit í, hvussu sendingarnar vera gjørdar, fortelur Heini og leggur aftrat, at hann í seinastuni hevur lagt ljóð til eina barnaútvarpssending.

 

Heimlandið veitir íblástur

 

Eftir loknað útbúgving eru hurðarnar víðopnar hjá Heina.

 

- Eg vil arbeiða við ljóði. Til dømis sum ljóðtøkningur, ljóðframleiðari ella við eftirframleiðslu. Akkurát við hvørjum veit eg ikki enn. Bara eg arbeiði við ljóði, sigur hann.

 

Men heim til Føroya ætlar hann sær í øllum førum. Og ikki bert tí honum leingist heim.

 

- Eg fái nógvan íblástur til mítt yrki av Føroyum og føroysku náttúruni. Eg elski at ganga í høgunum og fjøllunum, at fiska, koyra biltúrar, hyggja eftir sólsetri, og sólarrisi, stjørum og norðlýsinum, sigur Heini. Hann leggur aftrat:

 

- Og sjálvandi kenni eg meg eisini ordiliga heima í Føroyum. Familja og vinfólk eru jú her. Nú eri eg í starvslæru hjá KVF, og eftirfylgjandi ætli eg at finna okkurt starv í Føroyum, har eg sleppi at arbeiða við ljóði. Eg geri eisini tónleik, so tað kundi eg eisini ímyndað mær at arbeitt víðari við, fotelur hann.

 

Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her

 

##med2##

 

##med3##

##med4##

##med5##