Televarpið hevur ongantíð ætlað at senda porno

Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum, harmast um nógvu skeivu umrøðuna Televarpið hevur fingið, í sambandi við spurningin, hvørt tað fer at senda porno ella ikki

Útvarpið gjørdi mánakvøldið greitt, at sambært fútanum, sleppur Televarpið ikki at senda porno, tí hetta er í stríð við lógina.
? Tað er satt at siga spell, mátin sum útvarpið sigur tað upp á. Vit hava ongantíð ætlað okkum at sent porno, men útvarpið fær tað at ljóða sum um vit alla tíðina hava ætlað at sent porno, og tí bróta vit lógina um vit gera tað, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum við Sosialin.
Tróndur Djurhuus ger greitt, at Televarpið hevur alla tíðina verið kunnað um, at tað er ólógligt senda porno í Føroyum.
? Tveir innanhýsis løgfrøðingar her á Føroya Tele, hava fyri fleiri mánaðum síðani staðfest, at tað er ólógligt at senda porno. Tí spurdu vit Mentamálaráðið um tað gjørdi nakað, um vit sløktu teir tímarnar pornofilmarnir vórðu sendir, tí vit hava ikki loyvi at sløkkja nakrar sjónvarpsrásir sambært kringvarpslógini, greiðir Tróndur Djurhuus frá.
Ikki fyrr enn Sosialurin skrivaði, at fútin ikki visti, um tað var ólógligt ella ikki, gjørdist »pornospurningurin« aftur eitt mál fyri Televarpið, sum tó tá langt síðani hevði avgjørt als ikki at senda porno.
Men nú er so staðfest av teimum báðum innanhýsis løgfrøðingunum, tveimum óheftum advokatum og av fútanum, at um pornofilmar verða sendir, so er tað í stríð við grein 234 í revsilógini.
? Hesir løgfrøðingarnir og fútin hava ikki gjørt annað enn at staðfesta tað, sum væntaðu fyri fleiri mánaðum síðani.

Áðrenn jól

Útvarpið gjørdi somuleiðis greitt, at Televarpið fór at senda einaferð áðrenn nýggjár. Hetta er rætt, men heldur Tróndur Djurhuus, at hetta ljóðar sum um Televarpið fer at senda einaferð ímillum jól og nýggjárs.
? Vit hava alla tíðina sagt, at vit verða tekniskt klár tann 25. november. Men vit rokna ikki við at senda júst tann dagin. Í løtuni taka vit støðu til, um vit skulu útseta tað í nakrar dagar, sigur stjórin á Televarpinum.
Tórshavnar Býráð eigur framvegis Rás Tórshavn, og endalig avtala skal eisini gerast við teir um nær rásin skal sløkkjast.
? Harumframt hava vit eisini nakrar innahýsis grundir til, at tað riggar betri at bíða í nakrar dagar. Men tað verður væl áðrenn jól, at tað verður klárt, men sjálvur dagurin er ikki ásettur enn.
Prísurin er heldur ikki fastlagdur enn. Enn vantar ein endalig avtala við KODA um avgjøld, og Televarpið er framvegis í samráðingum við DR um tær báðar rásirnar frá teimum.

Myndatxt: Enn er dagurin ikki fastlagdur nær Televarpið fer at senda, men Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum, lovar, at tað verður væl innan jól