Tepurt tap í yvirtali

3. partur: (Video) Hóast Rumenia eru ein í undirtal allan seinna hálvleik, so taptu okkara í 2009 á Tórsvølli

Føroyar eru aftur í HM undankappingarbólki við Rumenia til Hm endaspælið í Suðurafrika í 2010. Undankappingin byrjar í Beograd, har okkara tapa 2-0. 10. september eru rumenar gestir á Tórsvølli.

 

Til ber at síggja málið frá dystinum við at trýsta á pílin á myndini - ella trýsta HER

 

Føroyska landsliðið stríðist við fallandi áskoðaratal og áhuga fyri føroyskum landsliðsfótbólti. Bara 805 áskoðarar hava leitað sær á Tórsvøll til hendan dystin. Tað er nøkur ár síðani at Gheorghe Hagi og aðrir góðir menn hava spælt á rumenska landsliðnum. Kendasti spælarin á vøllinum hesaferð er Cosmin Contra, sum til dagligt spælir við Getafe í Spania.

 

Les eisini: (1. partur) Tá Hagi søkti Føroyar

 

Dysturin fær ein brádliga vend, tá Sorin Ghionea bara fýra minuttir inn í seinna hálvleik fær beinleiðis reytt kort. Alíkavæl eydnast tað Razvan Vasilic tíggju minuttir seinni at leggja Rumenia á odda.

 

Les eisini: (2. partur) 4x Florin Raducioiu á Svangaskarði

 

Rumenia vinnur dystin 1-0.

 

Føroyar – Rumenia 0-1 (0-0)

0-1 Razvan Vasilic , 59

 

Føroyar: Jákup Mikkelsen – Pætur Dam Jacobsen(Bogi Løkin, 80.min), Jón Rói Jacobsen, Egil á Bø, Jóhan Troest Davidsen – Atli Danielsen, Mikkjal Thomassen, Jákup á Borg(Bartal Eliasen, 90.min), Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum(Andreas Lava Olsen, 75.min), Christian Høgni Jacobsen

 

Á bonkinum: René Tórgarð, Høgni Madsen, Bárður Olsen og Leif Niclasen

 

Venjari: Jógvan Martin Olsen

(Kelda: Faroesoccer.com)