Terje plagar at halda ólavsøku í báti

- Tað er serliga ein ólavsøka, eg sum ungur minnist afturá. Tá funnu eg og eitt systkinabarn eina mappu við fleiri túsund krónum í. Vit fóru á Politistøðina við mappuni og fingu fleiri hundrað krónur hvør í finningarløn.

 

- Týdningarmestu tingini eru samleikin í tjóðbúnanum og felagssangurin, heldur Terje B. Vestergaard. 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Vit verða tíbetur heima, og vit fara heilt sikkurt á ólavsøku. Eg havi í fleiri ár hildið ólavsøku í okkara báti, sum hevur ligið við bryggju í Vágsbotni.

Tað sigur Terje B. Vestergaard, sum vísir á, at her hava tey havt bæði nógva og góða vitjan umborð – av familju, vinum og kenningum.  

- Eisini hava vit á henda hátt fingið nýggjar vinir, bæði onnur sum hava ligið her við báti og fólk, sum eru komin umborð. 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  

- Tað besta er, at tá eru vit øll bara føroyingar - uttan mun til ideologi’ir, politiskar meiningar, átrúna og samfelagsligan status annars. Vit savnast sum eitt fólk og eru saman um tað, vit elska mest - okkara tjóð!

 

##med2##

Terje heldur, at tey týdningarmestu tingini við ólavsøkuni eru samleikin í tjóðbúnanum og felagssangurin.  

- Eisini hevur tjóðarítrótt okkara – kappróðurin - stóran týdning, heldur hann.

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

- Tær ólavsøkurnar, eg minnist best afturá, vóru sjálvandi tær, tá børnini vóru smá.

Men, tað er eisini ein onnur serlig ólavsøka, hann minnist afturá. 

- Tað var eitt árið, tá eg og systkinabarn mítt, Jóan Petur, ólavsøkumorgun einaferð fyrst í áttatiárunum funnu eina mappu við fleiri túsund krónum í.

Terje sigur, at teir fóru á Politistøðina við mappuni, og her fingu teir fleiri hundrað krónur hvør í finningarløn. 

- Tá lærdu vit, at tað loysir seg at vera erligur, og vit høvdu annars eina super ólavsøku við fult av lummapengum. 

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Nei, eg haldi at tey, sum fyriskipa, gera sítt allarbesta. Tey gera eitt megnar arbeiði, og eg haldi, tað vildi verið ov lætt at kritiserað teirra arbeiði. 

Terje B. Vestergaard heldur, at tað, sum er altavgerandi fyri eina góða ólavsøku, er veðrið, og tí ráða vit ikki yvir. 

- Eg vóni, at vit fáa gott veður á ólavsøku í ár, og fari eg at ynskja øllum eina góða ólavsøku, leggur hann aftrat.

 

Lesið eisini:

 

* Fyri fyrstu ferð eigi eg føroysk klæðirhttps://www.in.fo/news-detail/fyri-fyrstu-ferd-eigi-eg-foeroysk-klaedi

 

* Ólavsøkan er sera kommersiellhttps://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-er-sera-kommersiell

 

* Ein serlig ólavsøka tá eg møtti konu mínihttps://www.in.fo/news-detail/ein-serlig-olavsoeka-ta-eg-moetti-konu-mini

 

* Ólavsøkan rúmar ov illa børnunumhttps://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-rumar-ov-illa-boernunum

 

* Hevur onkur brúk fyri barnagentu bjóði eg meg framhttps://www.in.fo/news-detail/hevur-onkur-bruk-fyri-barnagentu-bjodi-eg-meg-fram

 

* Tíbetur velja vit sjálvi hvussu vit fara á ólavsøku - https://www.in.fo/news-detail/tibetur-velja-vit-sjalvi-hvussu-vit-fara-a-olavsoeku

 

* Tað var ein gul ólavsøka í 2002 - https://www.in.fo/news-detail/tad-var-ein-gul-olavsoeka-i-2002

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Týdningarmestu tingini eru samleikin í tjóðbúnanum og felagssangurin, heldur Terje B. Vestergaard.