Terji Rasmussen og hansara menn spæla aftur í Suðuroy

Leygarkvøldið spælir Terji Rasmussen Band til stóran dans í Roynhøllini í Hvalba

Dansur

Terji Rasmussen er ein av okkara allarbest umtóktu tónleikarum.
Men tað er ikki ofta, at suðuroyingar hava høvi til at hoyra hann og hansara orkestur við frálíkum tónleikarum.
Men hetta leygarkvøldið verður eitt undantak.
Leygarkvøldið fer Terji Rasmussen Band at spæla til dans í Roynhøllini í Hvalba.
Í sambandi við dansin koyra MP - Bussar av Statoil á Tvøroyri á midnátt til Hvalbiar.
Tónleikurin, sum Terji Rasmussen og hansara menn spæla, spennir rættiliga víða.
Eyðvitað spæla teir løg, sum teir sjálvir hava gjørt og sum eru kend frá Terja og Føstufrensum.
Men teir spæla eisini løg eftir Frændum, sum Terji eisini hevur sungið og spælt við. Og fara vit í tann útlendska básin, eru løg eftir bæði Robbie Williams og Limp Bizkit á skránni, umframt tónleikur eftir øðrum, kendum nøvnum.
Teir, sum spæla við Terja, eru nakrir av okkara frægastu tónleikarum. Rógvi á Rógvu spælir trummur, Arnold Luudvig spælir bass, Magnus Johannesen, tangentar og Búi Dam spælir guitar.