Ternan siglir aftur

Mánadagin byrjar Ternan aftur at sigla um Vestmannasund eftir at hava verið á sleipistøð í fimm vikur

 

Samferðsla

 

 

 

Ternan, sum seinastu fimm vikurnar hevur verið á sleipistøð, fer nú aftur í rutusigling um Vestmannasund.

 

Heri Andreasen á Teknisku Deild hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at Ternan hevur verið til vanligt eftirlit á Tórshavna Skipasmiðju. Umframt hevur hon fingið ísetta nýggja bjargingarútgerð. Ta sonevndu »Turrskødd bjarging« útgerðina.

 

Einki óvæntað hevur veirð at gjørt við Ternuna, upplýsir Heri Andreasen. Hon er yvirhálað og hevur skift lit. Nú er hon málað við nýggja., myrkabláa litinum, sum strandfaraskipini hava.

 

Nýggja bjargingarútgerðin varð ísett og roynd herfyri, og tískil lýkur Ternan tey trygdarkrøv, sum danska skipaeftirlitið ásetir.

 

Nú Ternan kemur aftur í sigling, fer gamli Sam, sum hevur røkt siglingina ímeðan, aftur at hvíla seg í Vestmanna. Sam er einasta tiltaksskipið, Strandferðslan hevur, sigur Heri Andreasen.