Tey búgva uppi á oynni


 

JÓL

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jens K. Vang (myndir)


Rúnar Silvurstein er ein fittur og eygagóður sjey ára gamal smádrongur í Hesti, og hann er ógvuliga spentur í hesum døgum. Hann hevur fingið ein nýggjan vinmann og hesin býr heilt uppi á Oynni.

- Eg veit ikki ordiliga, hvar hann býr, men hann man búgva aftanfyri ein stein har uppi. Hann er í hvussu er til, og hann er ein góður jólamaður, tí hann hevur givið mær gávur hvønn tann einasta dag nú í longri tíð. Hann kemur heim til okkum um náttina og hongur gávurnar í kalendaran, sigur Rúnar Silvurstein og er púra sannførdur.

- Ofta fái eg bomm og onkuntíð ein slikkipinn. Hendan eti eg beinanvegin áðrenn morgunmat, sjálvt um mamma ikki ordiliga vil, sigur Rúnar við einum smíli.

- Onkuntíð fái eg ting, men eg havi enn ikki fingið tað sum eg ordiliga ynski mær. Tað er ein fartelefon og hon eitur Nokia 3330. Men eg haldi ikki, at jólamaðurin klárar at geva mær eina fartelefon, tí tær eru ikki í Hesti, og slett ikki uppi á oynni, so hana má eg helst fáa úr Havn, sigur Rúnar og er eitt sindur keddur á málinum.



NISSAN

Tvey børn fáa gávur hvønn morgun í Hesti hesa tíðina. Vit hava longu skrivað um Rúnar og hin er ein genta, sum er átta ára gomul og eitur Malan Johannesen. Hon gongur í øðrum flokki.

- Men eg fái ikki gávurnar frá jólamanninum, eg fái mínar frá eini jólanissu, sum eisini býr uppi á oynni og eg haldi saman við jólamanninum. Jú, hon býr á sama stað har sum jólamaðurin býr, eg eri púra sikkur, sigur Malan Johannesen.

Hevur tú nakrantíð sæð nissuna?

- Ja, men hon skundaði sær so nógv, at eg sá hana ikki ordiliga. Eg veit ikki ordiliga, hvussu hon sá út, men hon var í reyðum klæðum. Eg haldi, at hon er rík, tí onkuntíð havi eg fingið pengar, eg havi eisini fingið bomm og ting. Eg ynski mær eina súkklu, hana ynski eg mær allarmest, sigur Malan.

- Men tað kann gott vera, at hon er í hoyggjhúsinum onkuntíð. Eg havi verið og hugt, men eg havi ikki sæð hana enn, sigur Malan.

Hevur tú prøvað at sett mjólk fyri hana í hoyggjhúsinum. Hvis glasið er tómt tá tú kemur aftur, so hevur hon verið har?

-Nei, men hvis glasið var vekk og ein gáva lá í staðin, so hevði tað verið ordiliga gott, sigur Malan og nú hevur hon bestemmað seg. Hon fer at seta mjólk í hoyggjhúsið.

Rúnar hevur eisini sæð jólamannin, men hann minnist ikki heilt hvar.

- Hann var stórur og var í reyðum klæðum, sigur Rúnar.

Dugdi hann at snakka?

-Ja, hann snakkaði líka sum vit gera í Hesti, akkurát líka haldi eg. Eg havi sæð hann í skúlanum og eg havi eisini sæð hann heima, men eg minnist ikki akkurát, hvussu tað var, sigur Rúnar.



TRÝR IKKI UPPÁ JÓLAMANNIN

Systurin hjá Rúnar eitur Jónvør og hon er 12 ára gomul. Hon gongur eisini í Skúla í Hesti, hon gongur í sætta flokki. Hon er eitt sindur óheldig, tí hon hevur ongantíð trúð upp á jólamannin hjá Rúnar ella Jólanissuna hjá Maluni og so fær hon heldur ikki nakra jólagávu.

- Eg trúgvi so slett ikki upp á jólamenn og nissur, men eg gleði meg til jóla. Eg pynti og hugni mær og tað eru eisini so deiliga nógv fólk í Hesti um jólini, sigur hon.

Jónvør er einasta 12 ára gamla gentan í Hesti og hon hevur sostatt heldur onga venindu í bygdini. Men hon hevur venindur og tær búgva í Havn og tær eru saman so ofta tað ber til. Um eitt ár fer hon at ganga í skúla í Havn.



RÚNAR VERÐUR EINSAMALLUR

Um tvey ár, í 2003 og fram til 2005 ,verður Rúnar einasti næmingur í skúlanum í Hesti. Tá fær hann selskap aftur frá einum fittum smádrongi sum eitur Niclas Lyngvej og hann er trý ára gamal í dag og trýr fast upp á bæði jólanissur og jólamenn. Lærarin í Hesti eitur Jóan Petur Midjord. Hann er úr Havn og hevur verið lærari í Hesti í tvey og eitt hálvt ár.