Á Havsbrún í Fuglafirði eru tey hampiliga væl nøgd við árið higartil. Vit vóna, at rímiliga góða gongdin við ráfiski fer at halda fram, sigur Hartvig Joensen. Havsbrún í Fuglafirði hevur higartil í ár tikið ímóti umleið 50.000 tonsum av ráfiski. Hetta er meiri, enn tey høvdu væntað í Fuglafirði, tá árið byrjaði. Útlitini vóru meiri at kalla vánalig við ársbyrjan, men fyrstu tríggir mánaðirnir hava slett ikki roynst so illa.
Tvey írsk systirskip hava lagt fleiri lastir av lítla fiskaslagnum havgølti upp í Fuglafirði í ár eins og í fjør. Men á seinasta túri fyri páskir vóru skipini á Fuglafirði við svartkjafti, sum tey áttu eftir at fiska.
Vertíðin til havgølt er nú farin, og væntandi er ikki, at írsku systirskipini fara á hesa veiði aftur, fyrrenn til heystar.
Í fjør keypti Havsbrún eini 30.000 tons av havgølti frá hesum báðum skipum, sum so trúliga hava landað í Fuglafirði.
Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at virkið eisini keypti væl av fiski frá norskum bátum. Hesir landaðu serliga í februar, tá rættiliga nógv sild var at fáa, og virkir í Noregi og Danmark lógu inni við nógvum fiski.
- Vit eru nøgd við árið higartil og vóna, at rímiliga góða gongdin við ráfiski, sum hevur verið fyrstu tríggjar mánaðirnar, fer at halda fram, sigur Hartvig Joensen á Havsbrún.