Tey gyltu lógvatøkini: Munur á fráfaringaravtalum

Stjórin á Strandferðsluni fær sjey ferðir so langa uppsagnartíð, sum til dømis vaskikonan á stovninum hevði fingið

Mótmælisfundur á Vaglinum í Havn (savnsmynd)

Tað er stórur munur á, hvussu drúgva uppsagnartíð fólk hava, tá tey verða søgd úr starvi.

 

Í gjár var tað túrurin hjá strandferðslustjóranum at verða sagdur úr starvi.

 

Tá slíkir stjórar verða sagdir úr starvi, so eitur tað ongantíð, at teir eru sagdir úr starvi. Ofta eitur tað, at teir sjálvir hava sagt upp. Ella sum í hesum føri, at teir hava »gjørt eina fráfaringaravtalu«.

 

Um ein stjóri á einum almennum stovni púra ódramatiskt sigur seg úr starvi, so hevur eingin landsstýrismaður trupulleikar av at siga, at »stjórin hevur sagt seg úr starvi«.

 

Tá landsstýrismaðurin einki vil siga, og stjórin sum í hesum føri tosar uttanum, so er púra greitt, hvat klokkan hevur sligið.

 

Vanligir lønmóttakar fáa sjáldan eina fráfaringaravtalu, sum gevur teimum annað, enn tað, sum fakfelagssáttmálin sigur.

 

Men við stjórum er øðrvísi, og stjórin á Strandferðsluni er sagdur upp við fráfaringarløn í átta mánaðir pluss feriu og pluss óútgoldna feriu, sum verður útgoldin.

 

Um stjórin á Strandferðsluni hevði somu treytir, sum síni starvsfólk á skrivstovuni hjá Strandferðsluni, so hevði hann rætt til fimm mánaðir uppsagnartíð. Um hann altso varð sagdur úr starvi. Um hann sjálvur segði upp, so hevði hann ein mánað uppsagnartíð, og hann skuldi so í báðum førum arbeitt í uppsagnartíðini.

 

Lógin um starvsmenn ásetir, at tá fólk hava verið í starvi í seks mánaðir, so er uppsagnartíðin frá arbeiðsgevara tríggjar mánaðir. Síðani kemur ein mánaður afturat fyri hvørji trý ár. Tað hevði merkt, at stjórin á Strandferðsluni, eftir átta ár í starvi, hevði rætt til løn í fimm mánaðir eftir uppsøgn – og at arbeiðsgevarin kundi kravt, at hann arbeiddi í uppsagnartíðini.

 

Um tað nú var talan um eina tímalønta vaskikonu á Strandferðsluni, so hevði hon í mesta lagi havt fimm vikur uppsagnartíð.

 

So ymisk eru viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum – og tá tosa vit ikki um lønarmun, men mun í rættindum í arbeiðsviðurskiftum.

 

Stjórin á Strandferðsluni varð í gjár fríttstillaður úr sínum arbeiði – og fær sum nevnt løn restina av árinum.

 

Fram til 1. juli skal hann

 

»vera til taks sum ráðvegi og svara spurningum um mál, hann hevur arbeitt við til 21. februar 2022. Hann hevur í hesum sambandi ikki skyldu at møta í hølum hjá Strandafaraskipum Landsins«,

 

sum tað stendur orðað í fráfaringaravtaluni millum Fíggjarmálaráðið og nú fyrrverandi stjóran á Strandferðsluni.

 

Umframt løn fær stjórin á strandferðsluni eisini 15.000 krónur + mvg til advokatúrtreiðslur í sambandi við uppsøgnina og upp til 6.000 krónur til sálarfrøðihjálp ella líknandi.

 

Til samanberingar kann nevnast, at ein arbeiðsgevari kann siga einum arbeiðara upp eftir hesum treytum, tá arbeiðarin hevur verið í starvi í minsta lagi tríggjar mánaðir:

 

Minni enn 6 mánaðir starvstíð: 5 arbeiðsdagar.

 

Meira enn 6 mánaðir starvstíð: 7 arbeiðsdagar.

 

Meira enn 1 ára starvstíð: 10 arbeiðsdagar.

 

Meira enn 2 ára starvstíð: 15 arbeiðsdagar.

 

Meira enn 3 ára starvstíð: 20 arbeiðsdagar.

 

Meira enn 5 ára starvstíð: 25 arbeiðsdagar.

 

Uppsagnartíðin hjá fólki, sum eru sett eftir »Løgtingslóg um starvsmenn« (flestu fólk í føstum starvi við fastari mánaðarløn, tó ikki tímalønt) hava hesi rættindi, tá tey verða søgd úr starvi:

 

Freistin til uppathald frá arbeiðsgevara síðu kann ikki setast stytri enn:

 

1 mánað freist til uppathald seinasta í einum mánaði í fyrstu 6 mánaðar starvstíð.

 

3 mánaðir freist til uppathald seinast í einum mánaði eftir 6 mánað starvstíð.

 

Uppsagnarfrestin verður longd við 1 mánað fyri hvørt 3. starvsárið, tó longst í 6 mánaðir.

 

Mótmælisfundur á Vaglinum í Havn (savnsmynd)