Víkingur, HB, KÍ, EB/Streymur og NSÍ hava øll áður vunnið steypakappingina, og felags fyri tey er, at hesi liðini í dag hava tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni, sum verður sunnudagin 8. mai.
Størsti dramatikkurin var við Stórá í Trongisvági, har NSÍ vann 2-1 ímóti TB.
Tíðin var farin og reiðiliga tað, tá ið Lars Müller bríkslaði fyri brotssparki til TB, tí NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen í brotsteiginum og sum aftasti maður feldi TB álopsspælaran Albert Adu.
So vóru góð ráð dýr hjá NSÍ, sum hevði skift út tríggjar ferðir – Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen vóru millum innskiftu spælararnar. Klæmint A. Olsen læt seg í málmanshandskarnar og fór í NSÍ málið at verja. Alberg Adu royndi seg úr ellivu metrum, og Klæmint A. Olsen tveitti seg og bjargaði brotssparkinum! So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og harvið var avgjørt, at tað verður NSÍ, sum skal spæla fjórðingsfinalu.
Í Gundadali fóru sandoyingarnir í HB illa við sínum egnu. HB vann 9-1 ímóti B71. Ari Mohr Olsen og Símin Hansen eru uppvaksnir í B71. Ari skoraði tríggjar ferðir, og Símin skoraði eitt mál. Øssur Dalbúð var trífaldur HB málskjútti og skoraði harvið fyrstu málini í Gundadali fyri HB.
Í Fuglafirði vann KÍ stórsigur. Úrslitið var tað sama, sum tá ið ÍF og KÍ fyri tveimum vikum síðani og á sama vølli spældu í landskappingini. KÍ vann 4-0, og Jóannes Bjartalíð var tvífaldur málskjútti.
Í Streymnesi vann EB/Streymur 2-1 á 07 Vestur. Leif Niclasen spældi í dag fyri 300. ferð á besta EB/Streyma liðnum. Tað hátíðarhelt hann við at leggja EB/Streym framum 1-0.
Í fínum líkindum á Vágseiði tryggjaði Víkingur sær við 3-2 sigri pláss í fjórðingsfinaluni. Magnus Jarnskor var tvífaldur Víkinga málskjútti. Víkingur hevur vunnið steypafinalurnar fýra tær seinastu ferðirnar. Sigurin í dag ber við sær, at Víkingur hevur møguleika at vinna steypakappingina fyri fimtu ferð á rað.
Tveir dystir verða spældir í høvuðsstaðnum í kvøld. Klokkan 17.15 hittast AB og B36 á Argjum, og klokkan 18.00 hittast Undrið og Skála í Gundadali.
----
LIÐUGT!
1-2
Klæmint A. Olsen tveitti seg barlangan og bjargaði brotssparkinum hjá Albert Adu, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð!!
Reytt kort NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen og brotsspark til TB. Klæmint A. Olsen fer í NSÍ málið!
1-2: Per Langgaard
1-1: Pól Jóhannus Justinussen
HÁLVLEIKUR
1-0
1-0: Eirikur M. Ellendersen
TB-NSÍ kl. 15.00
-----
LIÐUGT
9-1
9-1: Ari Mohr Olsen
8-1: Símun Hansen
7-1: Ibrahim Camara br
7-0: Øssur Dalbúð
HÁLVLEIKUR
6-0
6-0: Fróði Benjaminsen
5-0: Adrian Justinussen
4-0: Øssur Dalbúð
3-0: Ari Mohr Olsen
2-0: Øssur Dalbúð
1-0: Ari Mohr Olsen
HB-B71 kl. 15.00
----
Víkingur hevur vunnið steypakappingina fýra tey seinastu árini. Nú er greitt, at Víkingur við 3-2 sigri ímóti FC Suðuroy á Vágseiði og í fínum fótbóltslíkindum hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni og harvið framvegis hevur møguleika at vinna steypakappingina fyri fimtu ferð á rað.
LIÐUGT
2-3
2-3: Eiler Brattalíð
1-3: Bárður J. Hansen
HÁLVLEIKUR
1-2
1-2: Magnus Jarnskor
1-1: Búi Egilsson
0-1: Magnus Jarnskor
FC Suðuroy-Víkingur kl. 14.30
----
LIÐUGT
0-4
Fyri tveimum vikum síðani vann KÍ 4-0 í landskappingarsdysti í Fuglafirði. Í dag hittust liðini á sama vølli í kappingini um løgmanssteypið, og aftur í dag vann KÍ 4-0!
0-4: Heðin Klakstein
0-3: Jóannes Bjartalíð
0-2: Súni Olsen
HÁLVLEIKUR
0-1
0-1: Jóannes Bjartalíð
ÍF-KÍ kl. 15.00
-----
LIÐUGT
2-1
2-1: Jákup Sveinbjørn Olsen
2-0: Brian Olsen
1-0: Leif Niclasen
HÁLVLEIKUR
0-0
EB/Streymur-07 Vestur kl. 15.00