Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins dómarar.
Tey tilnevndu til ársins dómara hjá kvinnum eru:
Áki L. Hansen
Heini Z. Viðoy
Høgni Madsen
Teir tilnevndu til ársins dómara hjá monnum eru:
Alex Troleis
Eiler Rasmussen
Petur Reinert