Tey ungu eru ikki líkasæl og ábyrgdarleys – júst tí velja tey Tjóðveldi

Landsnevnd Unga Tjóðveldisins
----------

Katrin Hovland Petersen úr Unga Sambandinum pástóð á landsfundi Sambandsins, at ungdómurin er líkasælur og ábyrgdarleysur, tá hann velur Tjóðveldi.
Katrin sigur: »Tey ungu, sum hugsa um Tjóðveldi eru ov ábyrgdarleys, tí tey hugsa ikki um børnini hjá sær og foreldrini hjá sær.«
Eitt ótrúliga vánaligt uppáhald og vánalig grundgeving, tá hon nú leggur upp til, at hon sum sambandskvinna er meiri umhugsin enn ung, sum fylkjast um tjóðveldishugsjónina.
Unga Tjóðveldið skilir væl, um Unga Sambandið er ørkymlað um, at tey ikki hava stóran fjepparaskara. Men erligt talt, hvør tímir at fáast við passivan statiskan sambandspolitikk?
Hvat er tað fyri ungdómur, sum ikki hevur dirvi at ganga frameftir, men heldur vil bakka?
Hvør ungdómur ynskir at fylkjast um ein politikk, sum:
- tvíheldur, at onnur kunnu stýra Føroyum betur enn føroyingar
- er fastlæstur í tí, sum er?
- berjist við hond og fót ímóti frambrøgdum, sum framsóknir føroyingar gera?

Er tað í roynd og veru ikki andsøgn, at nakað yvirhøvur eitur Unga Samband?
Ein tann størsta orsøkin til, at Unga Tjóðveldið er so vælumtókt, er tann, at vit arbeiða frameftir og steðga ikki, fyrr enn vit koma á mál.
Vit stremba eftir:

- at Føroyar verða ein republikk við egnum sjálvsavgerðarrætti
- at rættur politikkur kemur á dagskránna og ikki hesin núverandi kyksendis- politikkurin, sum hevur steðgað øllum samfelagsframbrotum

At ung fylkjast um Tjóðveldispolitikkin heldur enn Sambandspolitikkin er reinur logikkur fyri Unga Tjóðveldið.
Jú víst er tjóðveldisungdómur árvakin og ábyrgdarfullur.