Tey ungu eru so fitt

Jansy Mouritsen, sum nú er 84 ára gomul, spælir framvegis í Havnar Bridgefelag.

Áður spældi hon eisini í hinum feløgunum í Havn, men nú er tað nóg mikið fyri hana at spæla í Havnar Bridgefelag, parakapping aðru hvørja viku. og hon møtir trúliga.

- Hví fór tú at spæla bridge?

- Eg gekk í bindiklubba. Har vóru onkrar, sum vóru byrjaðar í bridgeskúlanum, og eg fekk so eisini hug at fara við í bridgeskúlan, sum var í gamla kommunuskúlanum.

- Har vóru fleiri, sum skiftust um at undirvísa, m.a. Reimar Isaksen, A. G. Nielsen, Jæogan Andreassen og Børge Egholm. Vit gingu har í trý ár, og so var tað í 1973, at vit vildu í eitt felag at spæla, og til endans sluppu inn í Havnar Bridgefelag, sigur Jansy.

Áðrenn hon fór í bridgeskúla, var Jansy von við at spæla kort, men tey spældu onnur spøl.

- Eg havi spælt nógv, og eg kann siga tær, at eg havi bæði vunnið steyp, dunnur og gæs.

- Eg minnist eina gásakapping, eg hevi Doktar Magnussen til makkara. Tað gekk so væl hjá okkum, og móti endanum segði hann, at nú hevði hann um velið á gásuni. Men løtu seinni misti hann taki, og vit fingu dunnuna.

- Ein lækni gav mær einaferð tey ráð at halda fram við at fáast við tað, sum hevði mín áhuga, tí tað kundi halda meg fríska.- Mær hevur altíð dámt væl í Havnar Bridefelag, har eg eri komin at kenna nógv fólk. Fyri meg hevur tað ikki altíð verið so avgerandi at vinna, eg havi hugnað mær kortini.

- Tey ungu fólkini, sum spæla, eru eisini ógvuliga fitt, og so duga tey so væl eisini, sigur Jansy.