Tey ungu skulu vera á staðnum


Fólk við Skálafjørðin halda ikki, at tað er nóg gott, at ungdómurin koyrir til Havnar at dansa, og tey hava nú tikið stig til dansitiltøk á Glyvrum

Trivnaður

Glyvrum:
Tey ungu mugu hava møguleikan at verða verandi á staðnum, heldur áhugafelagið hjá Støkk, sum leygarkvøldið fer at skipa fyri dansitiltaki í Støkkhøllini á Glyvrum.
?Tað harmar okkum, at ungdómurin, sum ikki gongur á møti ella spælir bólt, einki petti skal hava at fara til um vikuskiftini, uttan at koyra til Havnar at dansa, sigur Peddy Højgaard, sum er kassameistari í áhugafelagnum hjá fimleikafelagnum Støkk. Umframt ítrótt og møti eru teldukaféirnar einastu møtistøðini, ungdómurin við Skálfjørðin hevur í frítíðini. Og tað er ikki nóg gott, sigur hon avgjørd.
Hon sigur, at hetta hevur felagið gjørt av at gera nakað við, og fyrsta tiltakið verður dansitiltakið, sum verður í Søtkkhøllini leygarkvøldið, har rockbólkurin Flux fer at spæla til dans.
Í grundini er hetta ætlað teimum heilt ungu, sigur hon, men vónar tó, at tað eisini fer at hava áhuga hjá teimum, sum annars plaga at koyra til Havnar við náttbussunum.
?Vit ætla, at hetta við tíðini skal verða meira enn bara eitt dansikvøld, har ungdómurin dansar tekno og alt hetta her, tey plaga, sigur Peddy Højggard. Vit fara at royna at fáa fólk t læra tey at dana annað enn hetta supermodernaða, sum øll brúka í dag. Vanligar dansir, sum vit hava kent í nógv ár, men sum nú næstan ikki síggjast longur, sigur hon.
Hon sigur, at fleiri av hesum ungdómunum kennir hon frá fimleikafleagnum, har tey eru rættiliga íðin. Og rytmur og rørslur, tey har brúka, metir hon, tey bara kunnu føra víðari í dansinum.
?Eg síggi dansin sum eitt beinleiðis framhald av fimleikinum, sigur Peddy Højgaard.
Ongum nýtist at óttast fyri, at tað verður nakar ólevnaður av, at hesi heilt ungu fólkini fara í dans í Støkkhøllini, greiðir hon frá.
?Vit hava gjørt av, at hetta skulu vera rúsfrí tiltøk, og vit hava til hetta fyrsta tiltakið eisini fingið vaksin fólk at vera til staðar.
?Tað má vera ein treyt, at duravørðar og onnur, sum skulu halda skil á, mugu vera tilkomin fólk, sum tey yngru hava virðing fyri. Annars missa tey bara tamarhaldið á øllum, sigur hon.
Peddy Højgaard sigur, at tey hava sett nøsina upp eftir, at tiltakið kann haldast eina ferð um mánaðan. Men tað kann eisini broytast, alt eftir hvussu tørvurin visir seg. Bæði oftari og sjálvdanari, um tað skal vera.
Fyri at tiltøkini skulu eydnast sum best og helst halda fram, høvdu tey verið fegin, um so mong vaksin fólk sum møguligt hildu seg til at hjálpa til í Støkkhøllini. Hóast fólk er fingið til hetta fysta tiltakið, er neyðugt við fleiri, um haldast skal fram, ljóðar áheitanin frá kassameistaranum í áhugafelagnum hjá Støkk.